Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólastova í blómuhandlinum Floru

Oliver Joensen

Sunnudagin lat ein sera hugnalig jólastova upp í blómubandlinum Floru í Klaksvík. Ser nógv fólk vitjaðu inn á gólvið, sigur Rúna Reyðberg, stjóri í Floru.

Blómuhandilin Flora hevur nú í fleiri ár skipa fyri jólastovu í handlinum, og hesaferð er jólastovan sera umfatandi.
Húsið er fult av ymiskum til eyguni nú til jóla. Nissur, jólamenn, jóladekoratiónir, einglar og hópin av stakum og eisini nógv pynt at hanga upp á veggir og jólatræið.
Rúna Reyðberg sigur, at ongantíð áður hevur jólastovan verið so væl móttikin og tey í Floru vóru um at ganga undir í vitjandi sunnudagin.
Jólastovan stendur uppi líka til jóla og Rúna sigur at enda, at jólastovan verður dagførd hvønn dag, so har verður alla tíðina eitthvørt nýtt at síggja líka til jóla.