3. sunnudag í advent verða jólini sungin inn í Fuglafjarðar kirkju kl. 16.30 og í Glyvra kirkju kl. 20.00.
3. sunnudag í advent verða jólini sungin inn í Fuglafjarðar kirkju kl. 16.30 og í Glyvra kirkju kl. 20.00.
Kór Glyvra kirkju og Fuglafjarðar Sangkór fara saman at framføra, eitt nú nakrar av teimum alkendu ensku jólasangunum, ið úrmælingurin, David Willcocks, hevur lagt til rættis fyri kór og orgul.
Hesa løtu fáa fólk eisini høvi at syngja nakrar av okkara egnu jólasálmum.
Tað eru Heðin Kambsdal og Meinhard Bjartalíð, ið stjórna kórinum.
Solistar eru Ása Dam og Linda Toftegaard. Albert Pætursson og Heðin Kambsdal spæla orgul.




