Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólatræið verður tendrað í Svínoy hetta vikuskiftið

Klaksvíkar Kommuna

Jólatræið í Svínoy, verður tendrað í morgin leygardagin 15. desember kl. 16.00.

Regin Olsen, maskinmeistari heldur røðu og Klaksvíkar Hornorkestur spælir – Við í ferðini er eisini sendistøðin, Starabúrið, sum m.a. Victor Dánjalsson og Johnny Olsen standa fyri, so til ber at hoyra frá løtuni á www.stream.fo ella á FM 98,7, sum tó bert hoyrist í Klaksvík.

Farið verður á Eiðið, tí lágætt er, so ferðin er ikki so drúgv.

Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30.