Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólatrøðini tendra í Mikladali og á Trøllanesi

John William Joensen

Byrjað varð á Trøllanesi har Kl. Hornorkestur spældi jólasálmar og Ólavur Sjúrðaberg, varaskúlastjóri, flutti fram eina sera viðkomandi røðu.

Síðani varð farið til Mikladals og aftur ljómaðu vakru jólatónarnir frá ótroyttiliga hornorkestrinum í vakra umhvørvinum mitt í bygdini.

Eftir sjálvt jólahaldið varð bjóða til ræst kjøt og súpan í Innistovu, sum er húsið hjá Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag.
Markus í Norðnastovu og onnur góð bygdarfólk stóðu fyri afturvendandi tiltakinum, sum er sera væl móttikið.

Løtan endaði við góðum kaffimunni, køkum og karamellum.

Øssur Hentze, ein av blásarunum úr Kl. hornorkestri er altíð skjótur við tí skemtiliga. Undir borðhaldinum segði hann m.a.:
– Tá nú Svínoy eisini vorðin partur av Klaksvíkar Kommunu, so má ferðaætlanin hjá Klaksvíkar Hornorkestri eisini broytast.

– Vit byrjað í Árnafirði, síðani gongu leiðin norður á Nes. Leiga tyrluna út til Svínoy og aftur til Trøllanes. Síðani verður koyrt aftur til Mikladals – tí – sum hann tók til – við hetta borðhaldið vil eg endað!
So væl smakkaði kjøti í Mikladali.