Á fyrsta sinni verður jólatræshald við jólatræið í Ánunum í ár. Býlingurin í Edmundstrøð er nú vorðin so stórur, at hildið varð rætt at hava eitt hald við jólatræið, sum í nógv ár hevur staðið niðri við vegin í gomlu bygdini.
Jólatræið í Ánunum verður tendrað fríggjakvøldið 5. desember kl. 17.00, har Gunvá við Keldu, býráðslimur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Tó at veðrið ikki er av tí besta í dag, verður hildið fast við at tendra trøini, sum ætlað. Mett verður, at veðrið verður betri um 6-tíðina.
Jólatrøini
Jólatræið í Árnafirði verður tendrað í kvøld – mikukvøldið 3. desember. kl. 18.00
Signhild V. Johannesen, býráðslimur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir
Jólatræið á Norðoyri verður tendrað í kvøld – mikukvøldið 3. desember kl. 19.00
Jógvan við Keldu, heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir
Jólatræið í Ánunum verður tendrað fríggjakvøldið 5. desember kl. 17.00
Gunvá við Keldu, býráðslimur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir
Kalsoy
Jólatræið á Trøllanesi verður tendrað hóskvøldið 4. desember kl. 18.00
Herfríð Sørensen, býráðslimur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir
Jólatræið í Mikladali verður tendrað hóskvøldið 4. desember kl. 19.00
Herfríð Sørensen, býráðslimur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir
Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl. 17.15 og av Syðradali kl. 21.00 – bussur er við í ferðini.
Svínoy
Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 6. desember kl. 16.00
Jóhan Lützen, býráðslimur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir
Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og Ritan siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30




