Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólavørur á posthúsunum

(Hannefía Joensen)

12. november gav Postverk Føroya út jólamerkini 2007 umframt árbókina og ársmappuna við føroyskum frímerkjum.

Jólamerkini í ár hevur Astrid Andreassen teknað og myndevni eru børn ið spæla í kavanum. Yvirskotið av jólamerkjasøluni fer sum vanligt til Jólamerkjagrunnin, ið hevur til endamáls at stuðla tiltøkum fyri børn og ung í Føroyum. Eitt jólamerkjark kostar 30,- kr.

Sum vanligt so verða eisini fýra jólakort við somu myndevnum givin út. Kostnaður 20,- kr. Sum nakað nýtt í ár, so gevur Postverk Føroya eisini út tvey ørk við klistrimerkjum at seta á vindeygu, spegl og líknandi. Myndirnar eru tiknar úr jólamerkjaarkinum, t.v.s. at tað eru børn í føroyskum troyggjum , sum skreiða í kavanum. Kostnaðurin fyri eitt sett við tveimum ørkum er 50,- kr.
Fyri sættu og seinastu ferð verða eisini fimm kavaflykrur hjá Astrid Andreassen givnar út. Vakurt jólaprýði klárt at hanga upp. Kostnaðurin er sum undanfarin ár 105, kr. fyri settið.
Í ársmappuni eru øll frímerki og smáørk sum eru givin út í hesum árinum, og hon verður seld fyri áljóðandi virði. Àrbókin er í A4 við nógvum vøkrum myndum. Øll ársins frímerki og smáørk eru sett í lummar, ið settir eru í bókina. Bókin fæst í tveimum útgávum á føroyskum / donskum og enskum / týskum.

Allar hesar vørur eru til keyps á posthúsum kring landið.