Harleywoodpaint

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólini nærkast í hvørjum: Klaksvíkar Svimjihøll nógv tiltøk í desember

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Svimjihøllin boðar frá serligum tiltøkum til jóla so sum økukappingum, spølum, livandi tónleiki, vatnfimleiki, massagu o.s.fr. har eyka verður gjørt burturúr hugna, og har vatnið verður gjørt heitari enn vant.

Svimjihøllin verður nógv vitjað bæði av Klaksvíkingum, men sanniliga eisini nógv av uttanbýggjarfólki. Ikki minst í hesum døgum, tá ið mammurnar ofta senda pápan saman við børnum í svimjihøllina, so hon fær betur stundir at trároyna allar teir nógv handlarnar í Klaksvík.

Soleiðis skrivar Klaksvíkar Svimjihøll á heimasíðu sínari, www.svim.fo.

Síðan hittast øll aftur í svimjihøllini, har tú kanst royna Føroya einastu øku, sum er heilar 44 metrar, vatnland, heilsukliva, barnaland, sum er serliga heitt og hevur nógvar leikur.

Ella tú bara tekur ein "dykkert" í tí stóra hylinum. Tú kanst seta teg uppá kantin at hyggja at stórskýggja, strekkja út, fáa eitt gott prát í baðstovuni – Eitt hav av møguleikum; og so er tað sunt og gott!

Í jólamánaðinum verða hópin av tiltøkum og hugnaløtum í svimjihøllini.

Hesi kanst tú eisini frætta um á www.svim.fo, har tey eisini vísa til aðrar møguleikar í býnum, matstøð v.m.

Til jóla verður talan um m.a. fylgjandi tiltøk í svimjihøllini:

1 – Vatnið verður heitari
2 – Til ber at fáa massagu mána- hós- og leygarkvøld av útbúnum fysioterapeauti
3 – Hvønn leygardag verður ymiskt spennandi til børnini s.s. livandi tónleikur, økukappingar og ymisk spøl
4 – Vatnfimleikur við KLD mána- og hóskvøld
5 – Stórskýggin er frá
6 – Serligt jólalýsi í vatnlandinum og undir lofthválvinum
7 – Svimjihøllin verður serliga jólalig – kaffi og køkur kannst tú altíð fáa

Harleywoodpaint