Tað segði Jógvan Skorðheim, borgarstjóri í Klaksvík millum annað í røðu síni í Vágstúni í kvøld, tá jólatrtæið bleiv tendrað. Fitt av fólki var samankomi og hóast illveður var í morgun, og veðurmenninir framvegis spáa um ringt veður, so var løtan í Vágstúni frálik, kalt, men fínasta veður.
Klaksvíkar Hornorkestur og skótarnir settu sum vera man sín dám á løtuna, Hornorkestrið við sínum frálíku sálmum og skótarnir høvdu skipa fyri at børnini kundu hugna sær við at baka egið breyð.
Vit prenta røðuna hjá borgarstjóranum niðanfyri:
Góðu norðoyingar og gestir!
Vit standa nú mitt í myrku tíðini og hava stóran part av vetrinum fyri framman. Stytsti dagur er nakrar fáar vikur burtur, og eftir tað skulu vit ígjøgnum eina stundum strævna tíð við stuttum døgum, illveðri og kava.
Tað ljóðar kanska ikki so hugaligt, tá ið tað verður sagt á hendan hátt, men hinvegin ber eisini til at síggja møguleikar í hesi myrku tíðini – vetrinum. Og ikki minst í kvøld, tá ið vit nú eru savnað at tendra stóra jólatræið her í býnum.
Komandi tíðina fer jólastákan og jólahald at seta dám á gerandisdagin hjá okkum øllum – og hjá samfelagnum sum heild. Perur, stór og smá grantrø, nissur, einglar, tónleikur og mangt annað verður brúkt til at hugna um, og í miðdeplinum er lítla Jesubarnið, sum er orsøkin til jólahaldið.
Vit hava onkuntíð hug at finnast at, hvussu desember mánaði verður hildin. Tað snýr seg ov nógv um at renna skjótt, keypa nógv og náa alt, so at jólini skulu verða so perfekt, sum øll vilja hava tað til. Og ja, tað kann verða okkurt umhetta við hvørt. Men hinvegin kunnu vit hvør í okkara lagi verða við til at ávirka jólahaldið, og vit hava í øllum førum stóra ávirkan á, hvussu vit sjálvi halda jól og fara ígjøgnum desember mánað.
Og tað er her, at eg haldi, at teir stóru møguleikarnir fyri teimum góðu løtunum liggja. Desember, myrkur, illveður, vetur. Tað leggur alt upp til, at vit brúka tíð saman við teimum, sum hava mest at siga í okkara lívi. At vit kunnu vera heima, vitja fólk, ella fara til hugnalig tiltøk, jólahald av ymsum slagi og konsertir. At vitkunnu geva okkum stundir at práta, lurta og verða saman. At vit ikki krevja tað ómenniskjaliga av okkum sjálvum og øðrum. Og at vit njóta eina tíð, sum kann hava so nógv gott við sær.
Jólini tala til tað góða í okkum. Til hjørtuni. Vit vaksnu hava nógv minnir knýtt at jólum, og jólini hava hug at vekja barnið í okkum. Og tað er gott. Eitt heitt hjartað, eitt smíl, ein heitur kaffikoppur og livandi ljós kunnu skapa minniligar løtur, har vit hava tað góða og hjartaliga í miðdeplinum.
Fyri summi kann júst hendan tíðin tykjast serliga avbjóðandi av ymiskum orsøkum. Tað eru nógvar kenslur í jólahaldinum, og tað krevur eisini eina ávísa fíggjarorku. Her eiga vit sum einstaklingar og samfelag at verða við til at hjálpa, at taka eina hond í, og at verða um tey, sum hava brúk fyri tí, um vit hava møguleikan til tað. Og vit síggja eisini, at tað eru felagsskapir og einstaklingar, sum gera eitt stórt arbeiði millum fólk júst hesa tíðina. Tað skulu tey eiga stóra tøkk fyri!
Og nú hava vit einar fýra vikur við jólastákan og jólahaldi – onkur vildi sagt jólaresi – fyri framman. Vit kunnu gera okkara til, at jólahaldið verður gott og hugnaligt hjá bæði okkum og øðrum. Hava vit Jesubarnið og hjartað við í jólastákanini, eru vit á rættari leið.
Takk fyri!




