Komin inn á gólvið á Statoilstøðini í Klaksvík, síggi eg ein nýggjan prýðiligan køludisk frá Coca Cola.
Coca Cola er eitt av heimsins størstu merkjum ella “brand” og sjálvur kann eg ikki siga meg søran fyri at dáma henda leskidrikkin.
Í einum kølskápi tætt við sá eg tær prúðu ½ ltr. Jolly fløskurnar frá Einar Waag, og hetta fekk meg at hugsa um hvør munur var á hesum báðum merkjunum – ella “Brand”.
Eg fór yvir til Coca Cola fløskurnar og miðskeiðis millum hinar stóru plast fløskurnar stóðu eyðkendu glasfløskurnar við “Orginal taste” hjá Coca Cola.
Hesar lítlu glasfløsurnar goyma sjálva sálina í Coca Cola – og eg tók av.
– Proppin av og fekk mær ein stóran slurk!
Sum hesir svalu droparnir nema góman og renna niður ígjøgnum hálvforkølaða hálsin royni eg at lata tankarnar leita frítt.
– Einki!
– Smakkurin er tómur – tó søtur –
– Eg má siga sum er, at trupult var at finna nakra sál í einari vøru, sum er importera ígjøgnum heilsølur – líka úr USA!
– Alt gott um amerikanarar – men eg kenni so fáar!
Ná – men eg stilli Coca Cola glasfløskuna frá mær og skrúvið proppin av einari Jolly fløsku frá Føroya Bjór.
Og beinanvegin fara tankarnir á flog.
– Hetta er ein heilt annar drykkur.
– Søtur – eins og Coca Cola – men sálin!!!
– Meðan droparnir frá Jolly fløskuni renna aftaná Coca Cola dropunum niður ígjøgnum hálsin og út í kroppin, merki eg sálina.
– Tankarnir fara at leita til pápa Einar Waag – gamli Einar – sum var við til at umboða KÍ í fyrsta fótbóltsdystinum í 1911.
– Ólavur Thomsen og Magnus Kjelnæs, sum eru tiltiknir 66 leikarar og Jógvan Jacobsen, sum hevur vunni fleiri FM heitir enn nakar annar fótbóltsspælari – og er sjálvandi ærislimur hjá KÍ.
– KÍ kempurnar Karl Marius og Kristian Suni Høgnesen og sum hugurin soleiðis leitar kenni eg eina sanna vælverðu.
– At ein partur av konsentratinum er útlendskt, er sjálvsagt – men vatnið!!!
– Ein blandingur av keldum úr Uppsølum, Gravardali, Ánagjógv o.so.fr.
Á ja, á ja – sum eg seti fløskuna frá Einari frá mær – má eg ásannað at hon smakkaði mær túsundferðir betur enn tann annars so kenda Coca Cola fløskan frá heilsøluni í Havn.
Føroya Bjór er eitt Brand við einari sál – Føroya Bjór er ein ímynd av Klaksvík.
Har hevur Coca Cola við sínum milliardum av dollarum – ongan livandi kjans!!
John William Joensen, fríggjamorgun




