Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jón Eirikur Joensen framsýning á Listarvegginum hjá Eik í Miðvági

Danial Viðoy

Alt frá barnaárunum dámdi Jón Eiriki at sita við blýantinum og tekna, serliga vóru tað ymisk andlit úr gerandisdegnum og úr hansara nærumhvørvi, sum fangaðu áhugað hansara.

Tíðindaskriv: Allan desember mánaða hevur Jón Eirikur Joensen úr Miðvági framsýning av málningum.

Alt frá barnaárunum dámdi Jón Eiriki at sita við blýantinum og tekna, serliga vóru tað ymisk andlit úr gerandisdegnum og úr hansara nærumhvørvi, sum fangaðu áhugað hansara.

Seinastu árini hevur Jón Eirikur gjørt meira við at mála, serliga náttúrumyndir.

Umframt síni evni við penslinum, so er Jón Eirikur eisini trúfastur urguspælari í Miðvágs kirkju og hevur verið tað í nógv ár.

Harleywoodpaint