Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jón Krosslá Poulsen heldur ikki fram í Víkingi

Jákup Ósá

Álopsleikarin fer innan stutta tíð at seta navn á komandi felagi hjá sær.

Álopsleikarin fer innan stutta tíð at seta navn á komandi felagi hjá sær.

Jón Krosslá Poulsen var ein av nýggju leikarunum, sum Víkingur fekk til felagið undan síðsta kappingarári. Tað gekk eisini væl hjá honum í venjingardystunum, har hann var toppskjútti. Men so var hann sera óheppin og kom út fyri einari arbeiðsvannlukku og sat uttanfyri í longri tíð. Eftir hetta hevði hann trupult við at fáa spælitíð og sum oftast bleiv talan um leiklut sum útskiftari. 19 dystir spældi Jón Krosslá Poulsen fyri føroyameistararnir, men bara einaferð frá byrjan. 2 mál bleiv tað til hjá álopsleikaranum. Nú skal hann hava nýtt felag.

– Tað er avgjørt, at eg haldi ikki fram í Víkingi. Fleiri feløg hava víst áhuga, men eg eri ikki komin ásamt við nakað felag um nakra avtalu enn. Men tað vænti eg verður heilt skjótt, sigur 28 ára gamli Jón Krosslá Poulsen, sum býr í Tórshavn.

Samanlagt er Jón skrásettur fyri 178 dystir og 40 mál í bestu deildini.