Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jón Pauli Olsen fingið bjóðað TB starvið

Jákup Ósá

Eins og Norðlýsið visti at siga týskvøldið, so var Jón Pauli Olsen maðurin, sum TB hevði útnevnt sum komandi venjara.

Norðlýsið visti týskvøldið at siga (les grein HER ), at venjarin sum TB hevði spurt um at taka yvir var vábingurin Jón Pauli Olsen. Nú váttar høvuðspersónurin, at so var.

– Jú tað er rætt, at eg eri spurdur av formanninum í TB, um eg havi áhuga í starvinum. Tá var eg staddur í Danmark. Eg segði, at eg hevði ikki tíð, tí eg er landsliðsvenjari hjá kvinnum og tær spæla sunnudag, so tí verður trupult hjá mær at síggja nakrar dystir í kvinnudeildini. Men eitt starv í Effonevndini er spennandi, men tað haldi eg eisini eitt starvs sum kvinnu landsliðsvenjari er. Í grundini hava eg tað altíð gott sum venjari, tí eg trívist í leiklutinum. Tað kann næstan gera tað sama um tað er eitt dreingjalið, effolið ella eitt kvinnulandslið, sigur Jón Pauli Olsen við Norðlýsið.

Spurdur um hetta merkir, at hann ikki verður TB venjari svarar hann soleiðis:

– Tað veit eg ikki. Allir møguleikar standa opnir, sigur hann.

Sostatt er framvegis ógreitt, hvør TB venjarin verður, hóast leiðslan hevði Jón Paula sum fyrsta val.