Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jón Simonsen, høvuðsvenjari hjá ÍF: ÍF í topp

Norðlýsið

ÍF skal vinna 1. deild í 2007 og flyta uppaftur í Formuladeildina, sigur Jón Simonsen, høvuðsvenjari hjá ÍF

33 ára gamli klaksvíkingurin, Jón Simonsen, tók miðskeiðis í kappingini í ár við sum høvuðsvenjari hjá besta liðnum í Fuglafirði, sum í ár flutti niður í 1. deild. Men hann hevur góðar vónir um uppafturflyting í Formuladeildina longu komandi ár, hóast felagið seinastu vikurnar hevur mist onkrar av profilunum á besta liðnum.

Hóast Jón Simonsen í mong ár hevur verið virkin í føroyskum fótbólti, bæði fyrst sum leikari og síðani sum venjari, so mundi hann áðrenn landskappingina í ár neyvan teljast millum tey mest kendu nøvnini í føroyskum fótbólti. Men so vóru boð eftir honum at taka venjaraábyrgd í Formuladeildini, og so varð Jón brádliga mitt í stóra meldrinum, sum altíð er uttan um liðini í sterkastu kappingini her á landi.

Gjørt sáttmála fyri 2007-2008.

Og tað var ein sannur elddópur, hann fekk, tí ÍF var í kreppu, tá hann tók við sum høvuðsvenjari, og endaliga úrslitið gjørdist eisini, at liðið flutti í 1. deild.

Men hetta er ikki heilt ókent hjá besta fótbóltsliðnum í Fuglafirði, og tað var heldur ikki ein uppgevandi venjari vit møttu, tá vit í vikuni fingu eitt stutt prát við Jón Simonsen.

Hann hevur nevniliga nú skrivað undir sáttmála við ÍF, galdandi fyri tey næstu 2 árini, har hann verður høvuðsvenjari felagsins.

Teir víðagitnu marginalarnir.

Tað verður sagt, at marginalarnir ikki so sjáldan eru í parti við oddaliðunum í kappingini, meðan botnliðini ofta draga teir styttru tráðirnar. Lagnan hjá ÍF í Formuladeildini í ár er helst eitt gott dømi um tað.

Sigast má, at hóast tað ikki ÍF at vinna seg upp um aftur niðurflytingarstrikuna, so gjørdu teir veruliga ein hjartans innsats, ið satt at siga hevði betur uppiborið, men marginalarnir vóru ikki á teirra síðu, tá mest ráddi um.

Allir tríggir teir seinastu dystirnir hjá ÍF fullu til fyrimunar fyri mótstøðuliðini, hóast fuglfirðingar í øllum trimum dystunum vóru sera væl við og eins væl kundu vunnið ella í minsta lagið fingið javnleik, men ístaðin bleiv tað til 2-3 heima ímóti B68, 1-2 heima ímóti EB/Streymi og 0-2 á útivølli ímóti HB … og so mátti tað enda við niðurflyting.

Tá vit spyrja Jón, hvussu hann er nøgdur við farna kappingarár hjá ÍF, so svarar hann ikki óvæntað, at tað er hann sjálvandi ikki.

– Eg var sera vónbrotin, tá vit fluttu niður, tí vit høvdu veruliga stríðst fyri sakini, og ósigrarnir hjá okkum vóru ofta sera teprir. Tó var eg kanska innast inni klárur yvir tað frammanundan, men man roynir at trúgva upp á tað, so leingi tað er ein møguleiki.

Gott mót hóast mistar leikarar.

Tá eitt lið flytir úr Formuladeildini niður í 1. deild, er altíð vandi fyri at missa leikarar til onnur feløg, tí alt annað líka so er tað sjálvandi ikki eins spennandi at spæla leygardagsfótbólt í 1. deild, sum tað er at spæla sunnudagar ímóti bestu liðunum í landinum framman fyri stórum áskoðarafjøldum.

Niðurflytingin hjá ÍF hevur eisini kostað eitt sindur av fráflyting av leikarum.

Eitt nú eru Eliasen-beiggjarnir, Símun og Hanus, farnir til EB/Streym at leika komandi kappingarár, og ÍF-venjarin ásannar, at tað verður missur í teimum.

– Ja, tað er avgjørt missur í teimum báðum – teir eru jú ein partur av liðnum og av sálini í felagnum her í Fuglafirði.

Samstundis kann Jón ikki vísa á nakran nýggjan leikara, sum enn er komin aftur at besta hópinum hjá honum, men hann hevur kortini ikki ringar vónir.

– Við Hanusi hava vit mist ein undirhaldara á vøllinum, men eg trúgvi kortini, at vit samanumtikið verða sterkari fótbóltsmessiga komandi ár, sigur hugagóði venjarin, sum roknar við einum góðum úrsliti í 2007:

– Málið hjá okkum er at flyta uppaftur í Formuladeildina, og tað rokni eg so avgjørt við, at vit megna – helst sum nr. 1

– Eg rokni við, at kappingin um tey ovastu plássini í 1. deild fer at standa ímillum B68, FS-Vágar, LÍF og okkum.