Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jóna Birgit Nattestad hevur framsýning á Listarvegginum hjá Eik í Miðvági

Tíðindaskriv

Henda mánadin hevur listakvinnan, Jóna Birgit Nattestad, framsyning í Eik Banka.

Jóna Birgit byrjadi at mála í 2006 og spenna hennara listarverk vída; alt frá landskapi til abstrakt. Íblásturin fær hon altíd úr føroysku náttúruni; bædi litir og skap.

Serliga hava portræt hennara stóra áhuga, har andlitini fáa sítt egna skap og úttrykk.

Teir minnu málningarnir á vegginum eru bádir vid áblástri úr Gásadali, har Jóna Birgit sum 16 ára gomul búdi í eitt ár, medan hon var lærari har. Hon vendir javnan aftur hagar at finna íblástur og fridin í náttúruni.

Jóna Birgit hevur luttikid á nógvum skeidum bædi uttanlanda og í Føroyum. Eisini hevur hon havt fleiri sjálvstødugar framsyningar eins og hon undirvísir børnum á kvøldskúla.