Alt bendur á, at KÍ fær danskan profil at stýra miðverjuni til komandi kappingarár.
Alt bendur á, at KÍ fær danskan profil at stýra miðverjuni til komandi kappingarár.
Norðlýsið frættir frá góðum keldum í KÍ, at avtala er komin undir land við miðverjanum Jonas Flindt Rasmussen. Dagligi leiðarin í KÍ, Niclas Niclasen, hevði ongar viðmerkingar, tá Norðlýsið spurdi hann um hald er í søgunum um, at KÍ og Jonas hava gjørt sáttmála. Men hann váttaði, at arbeitt verður við at styrkja KÍ hópin meir, og at Ndende heilt vist ikki verður einasti styrkurin til hópin.
Jonas spældi í 2011 og 2012 við B36, har hann m.a. var við til at vinna FM heitið í 2011, tá B36 eisini var liðið, sum lat minst av málum inn. Jonas hevur seinasta árið spælt í 3. bestu deildini í Noreg. Jonas er kendur sum ein stórur og sterkur miðverji, sum tosar og stýrir væl. Harumframt er hann rættuliga málfarligur í deyðbóltum.
Sostatt hevur KÍ styrkt um miðverjuna. Eitt pláss sum mong hava mett hevur havt tørv á styrki, tí ov nógv mál eru farin inn. Í ár fóru næst flest mál(55) inn hjá KÍ av øllum liðunum í Effodeildini.




