Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jónas, Hallur og Fróði spælt allar minuttirnar

Jákup Ósá

Eftir Rumenia dystin hava í mesta lagi tríggir leikarar á føroyska landsliðnum spælt allar minuttirnar.

At talan er um lykla leikarar, sum mangla til dystin móti Rumenia er lítið at ivast í. Tí av teimum seks leikarunum, sum higartil hava spælt allar minuttirnar í teimum fýra dystunum í hesi EM undankappingini, so eru tríggir av teimum millum teir, sum hava givið avboð ella hava leikbann hesaferð. Jónas Tór Næs, Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson hava allir verið millum teir fyrstu í uppstillingini seinastu tíðina, men eru ikki tøkir til dystin sunnudagin í Rumenia.

Sostatt eru tað einans Gunnar Nielsen, Viljormur Davidsen og Sonni Ragnar Nattestad, sum framvegis hava møguleika at hava spælt allar minuttirnar eftir Rumenia dystin í morgin, sum byrjar kl. 17.00 og verður vístur í KVF.

Harleywoodpaint