Klaksvíkar Talvfelag eigur evnaríka unglingan
Kappingin hjá unglingunum bleiv ein sannur gysari. Undan seinasta umfarinum lógu fýra telvarar javnir í oddinum við 4½ stigi, og teir møttust allir í innanhýsis talvum. Her var Petur G. Magnusson tann fyrsti at vinna sítt talv móti Poul Thomsen, men tað var ikki nakar lættvunnin sigur hjá Peturi. Talan gjørdist nevniliga um eitt bæði javnt og dramatiskt talv, har báðir høvdu møguleikar í endatalvinum, men tað var Petur, sum at enda fann teir røttu leikirnar og avgjørdi talvið.
Tískil bíðaði hann eftir avgerðini í talvinum millum Áki Ingason og Jónas Sólsker. Her gekk eisini javnt á, men í endatalvinum vann Jónas ein rók frá Áka. Áki hevði tó møguleika fyri ævigum skáki, men tað var ikki einfalt, og hann mátti telva ógvuliga neyvt. Hann fann leingi røttu skákini, men at enda fekk Jónas goymt kongin í einum horni, samstundis sum hann fekk býtt frýrnar av, og so var liðugt.
Tískil skuldi umdystur til millum Petur G. Magnusson og Jónas Sólsker. Her skuldi teir telva tvey kviktalv á 25 minuttir við fimm sekundum eyka fyri hvønn leikin. Var eingin vinnari funnin, so skuldi teir víðari út í tvey snartalv og síðani eitt armageddon talv. Hetta bleiv tó ikki neyðugt, tí eftir kviktalini var ein føroyameistari funnin.
Fyrsta talvið, har Petur G. Magnusson hevði hvíta fólkið, endaði við javnleiki. Í næsta talvinum vann Jónas Sólsker rímiliga tíðliga ein kvalitet. Petur hevði tó ávísar álopsmøguleikar, og samstundis hevði Jónas ikki so nógva tíð eftir á klokkuni. Jónas telvaði tó neyvt allan vegin, og endin var, at Petur gav skarvin yvir.
Sostatt er Jónas Sólsker nýggjur unglingaføroyameistari í talvi.


