Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jónas Tór Næs farin í verkfall í EB/Streymi

Jákup Ósá

Landsliðsleikarin vil ikki gera viðmerkingar til, hví hann enn ikki hevur verið at sæð til venjing hjá EB/Streymi.

Landsliðsleikarin vil ikki gera viðmerkingar til, hví hann enn ikki hevur verið at sæð til venjing hjá EB/Streymi.

Jónas Tór Næs var einasti royndi leikarin hjá EB/Streymi, sum hevði sáttmála fyri 2015 áðrenn felagið í 2014 byrjaði at gera sáttmálar fyri 2015. Landsliðsleikarin kom til felagið í fjør.

Farin í verkfall

Norðlýsið hevur fingið upplýst frá fleiri keldum, at landsliðsleikarin enn ikki hevur verið at sæð til nakra venjing í EB/Streymi í ár, hóast hann hevur sáttmála við felagið. Søgur hava gingið um, at hann er skaddur, men hetta er ikki rætt. Hinvegin bendur okkurt á, at okkurt er í søgunum um, at ósemja er um sáttmálan, sum EB/Streymur møguliga hevur trupult við at halda. 

– Eg haldi meg til sáttmálan

Jónas Tór Næs vil ikki gera viðmerkingar til, hví hann ikki hevur vant við EB/Streymi hendan mánaðin, sum liðið hevur fyrireikað seg. Hann sigur, at hann ikki er skaddur og venur nógv sjálvur.

– Annars havi eg sáttmála við EB/Streym fyri 2015 og tað er tað, sum eg haldi meg til, sigur Jónas Tór Næs, sum eisini leggur afturat, at hann er tøkur hjá landsliðsvenjaranum til landsdystin móti Rumenia 29. mars.