Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jonas var dagsins leikari

Jákup Ósá

KÍ verjuparturin hevur staðið seg væl seinastu tíðina.

Síðani Jonas Flindt Rasmussen kom aftur á KÍ liðið móti NSÍ, so hevur KÍ verjuparturin gjørt framstig. Seinastu tríggjar dystirnar eru ”bara” tvey mál farin ígjøgnum og tað er litið hjá KÍ, sum vanliga letur nógv mál inn. Danski miðverjin hevur verið eyðsýndur, síðani hann kom aftur frá skaða. Í trimum av hesum seinastu fýra dystunum er hann av Bláu Bylgjuni blivin valdur til dagsins leikara. Tað bleiv hann eisini eftir dystin í Sarpugerði mikukvøldið.

KÍ spælir sunnukvøldið móti oddaliðnum B36.