KÍ leikarin er tann yngsti, sum hevur skorað mál í ár í Betri Deildini.
17 ára gamli Jonn Johannessen skoraði sunnudagin sítt fyrsta mál fyri KÍ. Hann er eisini yngsti málskjúttin í deildini higartil í ár. Tann næstyngsti er Andrass Johansen hjá B36. Hann er somuleiðis 17 ár.


