Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jonn Johannessen var avgerandi leikarin móti Armenia

Jákup Ósá

19 ára gamli Jonn Johannessen úr KÍ fekk avgerandi leiklutin hjá U21-landsliðnum á Svangaskarði í dag.

Føroyar fingu eina flúgvandi byrjan uppá EM-undankappingina, tá liðið vann 2-0 móti Armenia í dag. Høvuðsleikutin fekk KÍ-leikarin Jonn Johannessen, sum skoraði bæði málini hjá føroyingum.

Við trimum málum á U21-landsliðnum er Jonn nú tann klaksvíkingurin, ið hevur skorað flest mál á U21-landsliðnum. Jonn kann skriva meira søgu, tí leikararnir við flest málum yvirhøvur á U21-landsliðnum hava skorað fýra mál.

KÍ-leikarin Børge Petersen spældi allan dystin í miðverjuni.