Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jørgen bjartskygdur um tunnils ætlanirnar

Jákup Ósá

– Í næstu viku vænti eg, at vit kalla andstøðuna inn á fund um tunnilsætlanirnar, soleiðis at vit fáa eina breiða semju.

– Í næstu viku vænti eg, at vit kalla andstøðuna inn á fund um tunnils ætlanirnar, soleiðis at vit fáa eina breiða semju.

Kári P. Højgaard spurdi í morgun í tinginum um, hvussu tunnilsmálið lá nú. Hann segði m.a. at bæði løgting og føroya fólk áttu krav uppá, at fáa kunning í málinum.

Jørgen Niclasen hevur tunnils málini undir sínum málsøkið. Hann helt í einum skemtiligum tóna, at tað var løgið, at júst Kári nú kravdi so stóran opinleika í málinum.

– Vit arbeiða við málinum og eg havi eina kenslu av, at vit eru nærri einari loysn. Ætlanin er at fáa alt løgtingið við, soleiðis at vit fáa eina breiða semju um hetta stórmál. Í næstu viku fari vit væntandi at tosa við andstøðuna. So eg bæði vóni og vænti, at ein loysn fyri tunnlarnir er komin áðrenn jól, segði Jørgen Niclasen í løgtinginum.