Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jørgen Ellingsgaard, formaður í kirkjuráðsstýrinum.: Ein sterkur “loftslisti” er trygdin fyri at kirkjan framhaldandi verður fyri øll

John William Joensen

So bersøgin er fráfarandi formaðurin í Kirkjuráðnum, Jørgin Ellingsgaard, sum ikki stillar upp aftur

– Lat meg gera púra greitt at tá Norðlýsið skrivar at Loftslistin ikki ynskti at ávísur lokalur prestur skuldi setast í starv, so er tað ikki rætt.

– Tað vóru nevniliga fólk frá báðum listum, sum atkvøddu ímóti og fyri viðkomandi persóni.

– Sjálvur havi eg valt ikki at stillað upp aftur og er tað av persónligum orðsøkum, tí tað hevur verið sera krevjandi uppgáva – og stevið hevur ikki verið tað ein kundi ynskt.

– Eg vil undirstrikað at ein sterkur "loftslisti" er einasta trygdin fyri at Kirkjan framhaldandi verður fyri øll.

– Um missiónslistin fær stóra undirtøku, so verður kirkjan bara fyri ein part av kirkjufólkinum og tað ferð at hava eina sera negativa ávirkan á trivnaðin millum vanliga kirkjufólki.

Jørgin Ellingsgaard sigur annars at tað er eitt spennandi skeið, sum stendur fyri framman tí m.a. skal kirkjan hátíðarhalda 50 ára dagin. Harafturat skulu strøvini, sum prestur og organistur setast av nýggjum.