Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jørgen, Kringvarpi og Portalurin skylda okkum eina frágreiðing

John William Joensen

Í blaðnum fríggjadagin almannakunngerða vit skjalið har táverandi fútin M. Nepper-Christensen staðfestir at tollkreditturin hjá N. Niclasen í veruleikanum ongantíð var uppsagdur. Harafturat staðfesti fútin at tað er tann sum útleverar vørurnar, tvs. Skipafelagið, og ikki P/F N.Niclasen, sum hevði ábyrgd at halda §7 í Tolllógini.Eisini kunna vit staðfesta, at tollvaldið góðkendi, at vørur vóru útflýggjaðar, hóast tollkreditturin var uppsagdur.Sostatt kunnu vit staðfesta at táverandi fúti metti ikki at P/F N. Niclasen hevði framt svik ella hevði broti §7 í tolllógini, sum annars baði Kringvarp Føroya og Portal.fo hava sagt fleiri ferðir.

Hóast tað ikki er rætta at skilja fortíðina við nútíðar eygum, so er Jørgen Niclasen valdur at umboða Føroya fólk og krøvini til ein landstýrismann um gjøgnumskygni eru munandi sterkari enn um talan var um ein privatpersón og tí vanta og krevja vit at landsstýrimaðurin kemur við eini almennari frágreiðing.

Hinvegin hava baði portal.fo og Kringvarpið í fleiri førum alment staðfest at Landstýrismaðurin sum stjóri hjá N.Niclasen snýtti, svikaði og breyt lógina grunda á eina frágreiðing, sum baði Kringvarpið og Portalurin vistu stavaðu frá einum parti í málinum, uttan at kunnað lesaran, hyggjaran ella lurtaran um hetta.

Eftir at vit kundu avdúka nøkur sera týðandi skjøl í málinum er KVF brádliga hildið uppat at brúka orð sum, svik og snýt men sum brúkarar eiga vit at krevja meira enn taktiska ryggsvimjan av hesum einaferð so stolta stovni.

Almenningurin hevur krav uppá opinleika og tá roynt verður at sleppa undan ábyrgd er minsta krav ein frágreiðing.

LES MEIRA Í BLAÐNUM sum verður borið haldarum og leysasølum fríggjadagin.