Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jørgen Niclasen farin frá sum landsstýrismaður

Oliver Joensen

Beint áðrenn kl. 17 ídag, kunngjørdi Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, í tinginum, at hann legði frá sær sum landsstýrismaður

Í skrivandi stund er ilt at meta um hvat fer at henda víðari. Orsøkin til at Jørgen Niclasen nú hevur lagt frá sær er eitt misálit, sum andstøðuflokkarnir, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin løgdu fyri tingið ídag. Tjóðveldisflokkurin í samgongu stóð við, at flokkurin fór at atkvøða saman við andstøðuni um so var at misálitið á Jørgen Niclasen kom til atkvøðu.
Í hvussu so er fyribils, heldur samgongan fram, og helst skal nýggjur fiskimálaráðharri veljast í nærmastu framtíð. Men tó hongur líka sum í luftini at tað er ikki heilt ómøguligt at Fólkaflokkurin orsakað av hesi og øðrum orsøkum fer at taka samstarvið við Tjóðveldisflokkin aftur.