Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jørgen Niclasen, form í Trivnaðarnevnd løgtingsins: Sjúkrahúsini ongan stjóra afturat

John William Joensen

Brúka heldur peningin til viðgerð av sjúklingum. Í álitinum um sjúkrahúsverkið verður staðfest vantandi samstarv millum sjúkrahúsini í Føroyum.

Uppskotið í álitinum er, sum vit vanliga kenna almennar loysnir: Seta ein stjóra aftrat saman við eini nýggjari umsiting? Spyrji um vit ikki hava nógmikið av stjórum. Vit hava fleiri fer fyrr roynt at loysa trupuleikar við at seta fleiri stjórar. Hesafer eiga vit at hugsa ørvísi. Sum skilst eru eingir trupuleikar hjá umsjónarmonnunum á teimum 3 sjúkrahúsunum at samstarva. Heldur eru tað læknar, ið brúka tíðina til annað enn samstarv millum sjúkrahúsini. Tí er ilt at fáa eyga á, at ein stjóri aftrat er loysnin. Vit hava leiðslu á hvørjum sjúkrahúsið, vit hava lóg sum krevur samstarv og yvirornaðu leiðsluna hevur Alm- og Heilsumálaráðið. Yvirornaða leiðslan skal krevja at meira tíð verður brúkt til samstarv. Peningurin, sum ætlanin er at brúka til ein stjóra v/umsiting aftrat kann so brúkast til sjúklingin ístaðin.