icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jørgen Niclasen: Hetta er politisk útlutan av fiskidøgum

Helgi Abrahamsen

Undir orðaskiftinum í Løgtinginum í dag um fiskidagar næsta ár legði Jørgen Niclasen landsstýrið undir at útluta fiskidagar eftir partapolitiskum fortreytum.

Undir orðaskiftinum í Løgtinginum í dag um fiskidagar næsta ár legði Jørgen Niclasen landsstýrið undir at útluta fiskidagar eftir partapolitiskum fortreytum.

Hann segði, at fiskidagar verða fyrst skornir burtur, men at ein partur verður síðani lutaður útaftur.

 ” Frymilin sum verður nýttur at útluta eftir er snikkaður soleiðis saman, at eitt valevni hjá Javnaðarflokkinum í Norðoyggjum fær fleiri fiskidagar, meðan øll onnur missa,” segði hann.

Hóast Jørgen Niclasen ikki nevndi nakað navn, so er greitt, at valevnið hann sipaði til, er Finnbjørn Vang, sum tó ikki sjálvur er reiðari. Í eini viðmerking á vp.fo skrivar Finnbjørn Vang:

Góði Jørgen,

Eg eigi ongan útróðrarbát, tað havi eg heldur ongantíð gjørt.

At lúgva á tingsins røðarapalli er lítið virðiligt fyri teg og fyri Løgtingið. Vinarliga rætta mistakið skjótast gjørligt.

Og Jørgen Niclasen svarar:

Vil her umbera. Finnbjørn. Tað er pápi tín, sum stendur sum reiðari. Eg nevndi einki navn, men hervið er tað rættað.

Bátarnir ið talan er um eru Kallanes og Norðsøki. Hesir báðir bátarnir fáa samanlagt fleiri fiskidagar næsta fiskiár, um uppskotið hjá landsstýrismanninum verður samtykt.

Partamaðurin hjá Jørgeni Niclasen, Jacob Vestergaard varð ofta av núverandi samgonguflokkum lagdur undir ”politiska útlutan”, tá hann sat sum landsstýrismaður við fiskivinnumálum, so uttan iva vóru orðini hjá formanni Fólkafloksins eitt ”takk fyri seinast”.