Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jørgen Niclasen: Løgmaður gloymdi føroyingar í Føroyum

Helgi Abrahamsen

“Løgmaður rósti útisetum sum fluttu heimaftur, men gloymdi teir føroyingarnar, sum alla tíðina hava verið her.” Tað helt Jørgen Niclasen, framsøgumaður hjá Fólkaflokkinum, vera løgið, tá hann fyrrapartin viðgjørdi løgmansrøðuna.

Jørgen Niclasen samanbar samgonguna við skaldsøguna Feðgar á Ferð. Teir keyptu nógva grind í ovfarakæti, men úrslitið var, at teir máttu selja kúnna. Við hesi samanberingini vildi Jørgen Niclasen ávara ímóti at økja almenna raksturin so nógv, at tey sum í fyrstu atløgu fáa ágóðan enda við at sita eftir sum taparar.

Eisini undraðist Jørgen Niclasen á, at allar nýskipanirnar sum samgongan hevur fráboðað, eru beindar í nevnd, og nevndirnar hava harafturat biðið um longda viðgerðartíð.

”Vanliga eru tað politikararnir sum gera politikkin og embætisfólkini sum vegleiða, men hjá hesum landsstýrinum sær tað út til at vera júst øvugt,” segði hann.