Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jørgen Niclasen tekur ikki við afturvali

Fólkaflokkurin

Umstøðurnar seinastu tíðina hava við sær, at Jørgen Niclasen hevur tikið avgerð ikki at taka við afturvali sum formaður í Fólkaflokkinum.

Landsfundur Fólkafloksins skal á hvørjum ári velja formann og á komandi fundi, sum verður hálvan mars, fer Jørgen Niclasen ikki at taka við afturvali.

– Flokkurin hevur í stóran mun fingið eina nýggja byrjan við trimum nýggjum landsstýrisfólkum og nú eisini við einum nýggjum formanni eftir landsfundin, Fyri meg er tað at fara aftur á gamlar gøtur, nú eg skal brúka mínar royndir í Løgtinginum, Fólkaflokkinum at frama. Eg havi altíð sett flokkin framum meg sjálvan og eg haldi, at tað tænir flokkinum best at fáa eitt nýtt andlit í leiðsluna, sigur Jørgen Niclasen.

Jørgen Niclasen hevur formaður í Fólkaflokkinum síðan 2007. Hann sat fyrstu ferð á Løgtingi í 1989. Hann hevur verið landsstýrismaður í fiskivinnumálum frá 1998-2003, landsstýrismaður í uttanríkismálum frá 2008-2011 og landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 2011-2015 og aftur frá 2019-2022.

Fólkaflokkurin

Harleywoodpaint