Sum skilst skal Jørgen Niclasen svara spurningum viðvíkjandi tollmálinum í tinginum í morgin, og tað ljóðar at andstøðan ætlar at leggja fram misálit, men hesi tíðindi eru ikki vátta.
Sum skilst skal Jørgen Niclasen svara spurningum viðvíkjandi tollmálinum í tinginum í morgin, og tað ljóðar at andstøðan ætlar at leggja fram misálit, men hesi tíðindi eru ikki vátta.
Tingfundur verður mikudagin kl. 11 og á skránni eru munnligir fyrispurningar. Tað ljóðar millum tingfólk at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer at fáa spurningar frá tingfólkum í andstøðuni um nógv umrødda tollmálið, tíðina Jørgen Niclasen var stjóri hjá P/F N.Niclasen. Tosið gongur um at eitt møguligt misálitsuppskot skal verða ávegis í Løgtingið, men hetta er óvátta.




