Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jørgen spyr um línuskip undir Íslandi

Jørgen Niclasen, tingmaður

Á tingfundinum í dag fer Jørgen Niclasen tingmaður at seta soljóðandi spurning til Høgna Hoydal fiskimálaráðharra.

1. Ætlar landsstýrimaðurin at broyta reglurnar við landing uttanlands, so tíðarskeiðið fyri loyvdu 25% verður 12 mánaðir ístaðin fyri núverandi 4 mánaðir?

Viðmerkingar:

Høgni Hoydal, landsstýrismaður hevur undirskriva eina fiskiveiðiavtalu við Ísland, har føroysk nótaskip vera tvungin at landa í Íslandi, hóast prísurin í Føroyum er hægri.

Á hini síðuni krevur sami landsstýrimaður, at føroysku línuskipini, sum fiska undir Íslandi, skulu landa í Føroyum, hóast prísurin er betri í Íslandi.

Líniskipni hava loyvið at landa í mesta lagi 25% í útlandinum. Reglan er, at hettta verður roknað út fyri 4 mánaðir í senn. Línuskip ynskja ikki at broyta tey 25%, men spyrja um landsstýrimaðurin kann broyta tíðarskeiði til 12 mánaðir ístaðin.

Línuskip vísa á, at tað er serliga tyngjandi, tá fiska verður vestanfyri Ísland. Hýsuprísurin er í løtuni nógv hægri í Íslandi enn í Føroyum, umframt at siglingarleiðin er long. Av fiskileið tekur tað 3,5 døgn at sigla heim og 3,5 døgn aftur á fiskileið. Tað merkir, at skipini missa eina heila viku av fiskitíð fyri hvønn túr.

Línuskip eru partur av flotanum, sum hevur havt truplar tíðir og tí er spurningurin, um landsstýrismaðurin ætlar at gera hesa lítlu broyting.