Tað kom sera óvart á Fólkaflokkin, at Annika Olsen í dag trekti seg úr flokkinum.
Jørgen Niclasen er formaður í Fólkaflokkinum, og hann er sera bilsin um avgerðina hjá Anniku Olsen um at fara úr Fólkaflokkinum.
– Eg havi ikki fingið boðini fyrr enn beint áðrenn tíðindaskrivið bleiv sent út til miðlarnar. Og hetta kom sera óvæntað á. Annika hevur verið ein av mest framstandandi fólkunum í flokkinum og ein av teimum, ið hevur havt størstu ávirkanina á politikkin hjá flokkinum seinastu árini. Hon hevði eisini ein høvuðsleiklut, tá valskráin hjá flokkinum til hetta løgtingsvalið var løgd til rættis, og tí standi eg rættuliga spyrjandi til hetta. Annika hevur ikki nevnt møguleikan yvirhøvur frammanundan, og tí vóru vit als ikki ávaraði um, at nakað slíkt kundi henda, sigur Jørgen Niclasen við Norðlýsið.
Les eisini:




