Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jørgin Dahl bilsnar við Giants & Mermaids

TUTL

Kendi rokk- og popptónleikarin, Jørgin Dahl, er júst komin við nýggjari fløgu, nevnd Giants & Mermaids. Tað er Popp-jørginsa fyrsta útgáva síðan Lost Pilgrims, ið var hansara fyrsta soloalbum beint eftir aldarskiftið. Nýggja flísin inniheldur fyrst og fremst egið ljóðbland og list, men bæði Alan Parsons, Blur, og Chuck Berry kunnu hómast millum reglurnar, tó verkið ljóðar sera modernað.

Kendi rokk- og popptónleikarin, Jørgin Dahl, er júst komin við nýggjari fløgu, nevnd Giants & Mermaids. Tað er Popp-jørginsa fyrsta útgáva síðan Lost Pilgrims, ið var hansara fyrsta soloalbum beint eftir aldarskiftið. Nýggja flísin inniheldur fyrst og fremst egið ljóðbland og list, men bæði Alan Parsons, Blur, og Chuck Berry kunnu hómast millum reglurnar, tó verkið ljóðar sera modernað.

Giants & Mermaids er meira fjølbroytt og uppdagandi, enn nakað av tí sum Jørgin Dahl hevur givið út áður. Stílirnir eru mangir, tó ein reyður tráður kortini er millum tey heili 18 løgini á Giants & Mermaids. Fleiri klassisk kend stykki bróta rokkin av í støðum. Umframt lagaskránna, eru tað arrangementini, ið gera tónleikamyndina fjøltáttaða; hann hevur latið seg inspirera av rokki, symfoniskum rokki, klassiskum, bluesi, og eitt sindur av fólkatónleiki eisini.

Á Lost Pilgrims hevði hann annan sangara at syngja leadvokalin, men hesaferð syngur hann sjálvur, eins og hann gjørdi á tiltiknu Veðraplátuni, ið táverandi bólkur hansara, Straight Ahead, gav út í 1978.

Jørgin Dahl broytti poppin

Jørgin Dahl vaks upp í Klaksvík, har hann hevði atgongd til júst tað klaverið, ið fór at hava stóra ávirkan á Føroyar. Í 1974 fingu vit nevniliga eina endurnýggjan av føroyska poppinum, ið frammanundan hevði verið nógv tengdur at stílunum í fimti- og sekstiárunum, umframt at onkur fekk sín íblástur frá satiriskum fólktatónleki. Vit kunnu siga, at poppurin meira ella minni var farin í dvala, men so gav Straight Ahead við Jørgin Dahl á odda sína fyrstu singleplátu út, har løgini Komið Øll Við og Upp á Gólv við sínum modernaða fríska stíli fingu sett hol á eitt nýt rák í føroyskum ungdómstónleiki. Henni á baki gjørdi Straight Ahead aðrar bæði single- og EP-plátur, umframt Verðraplátuna, ið var ein LP-útgáva seint í 1978, sum í dag er kultisk. Men eisini aðrir bólkar vórðu eggjaðir at geva út, til dømis Kræklingar, Brongl, Robert, Jákup og Ólavur, Opus, Árni Andreasen, Georg & Ronnie, og Hjarnar.

Straight Ahead gavst tíðliga í 1979 og Jørgin Dahl bleiv sama ár limur í øðrum vælumtóktum klaksvíksbólki, Hjarnar, ið tá hevði givið eina singleplátu út undir navninum Sunny. Út á heystið í 79 var farið í útvarpið á Bryggjubakka, har upptøkur vórðu gjørdar av fleiri Jørgin Dahl løgum; eitt nú All Right og I Can Give What You Want. Hesi verða framvegis spæld í útvarpi.

Hjarnar fór nakað seinni í studio í Danmark at taka upp og av teimum upptøkunum er Breaking My Heart tann kendasta. Eitt annað lag frá Danmarkarferðini var So Exited, ið er á LP-plátuni We Come For You, ið Hjarnar gav út í 1983. Øll hini løgini á plátuni vórðu tikin upp í Útvarpi Føroya.

Og Jørgin Dahl er still going strong. Nýggja útgávan, Giants & Mermaids, prógvar og lýsir ein tónleikara og listamann á ferð. Kanska skulu vit heilt aftur í sjeytiárini at finna ein eins inspireraðan Popp-jørgin. Og ljóðdygdin er nógv betri enn nakrantíð fyrr.

Jørgin Dahl broytti poppin og aftur nú vísir hann okkum á nýggjar leiðir. Her er nógv nýtt at hoyra, men eins og heitið Giants & Mermaids, risar og havfrúgvir, avdúkar, hevur hann varðveitt sínar væl kendu eginleikar sum bæði rokkutur og følin sangari og lagsmiður.

Tutl gevur Giants & Mermaids út. Uppttøkan fór fram summarið 2015 í ”5thVision Studio”, Cph.