Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jørgin Dahl: Varpið sameinir Norðoyingar

Jóhann Lützen

Norðlýsið hevur gjørt samrøðu við Jørgin, sum legði Klaksvíkina undir sínar føtur á heiðurskonsertini fyri Straight Ahead í Varpinum næstseinasta vikuskifti. Síðani greinin varð skrivað er komið fram, at Jørgin fer at framføra á Summarfestivalinum i august

 

(Grein úr Norðoyastevnublaðnum, skrivað 22. mai)

 

Brakandi successin við fagnaðartiltakinum fyri 50-ára haldinum hjá Straight Ahead fer møguliga at gera, at vit fáa eina konsert afturat við honum á Summarfestivalinum. Tí tað var av sonnum eitt brak, norðoyingar og vitjandi upplivdu á fullsettu konsertunum 17. og 18. mai. Norðlýsið hevur gjørt drúgva samrøðu við høvuðspersónin. 

Jørgin Dahl var stórliga fagnaður, bæði við Listarvirðisløn Nólsoyar Pálls og á heiðurskonsert fyri Straight Ahead í tvey fylgjandi kvøld í Varpinum. Vit spyrja Jørgin, hvussu upplivingin hevur verið: 

– ”Tað er ikki heilt gingið upp fyri mær fyrrenn nú. Eg eri rættiliga ovfarin og tikin á bóli av undirtøkuni, og tað einasta harmiliga er, at ein ikki nær at tosa við øll tey, sum fegin vilja heilsa uppá ein aftaná konsertina. Konsertin gekk fantastiska væl, og tað merktist, at tað vóru dugnalig fólk, sum høvdu skipað fyri, tikið sær av rekvisittum, eins og gestasangararnir og tónleikararnir vóru professionellir. Alt koyrdi bara – tað var ein succes”, sigur livandi legendan Jørgin Dahl.  

Tá Norðlýsið spyr Jørgin, nær hann frætti um, at okkurt var í umbúna, so svarar hann ”Eg skuldi líka venda tí eitt sindur. Tað, sum eg frætti, var tað, at Rani Nolsøe, ein av fyriskiparunum, hevði ein fyrispurning um, hvørt eg hevði hug til at koma, og tað segði eg ja til eftir nakrar dagar av umhugsanartíð. Eg helt tað ljóða spennandi”. 

Jørgin Dahl er 69-ára gamal og giftur pensjónistur. Hann og konan arbeiða við at selja antikkar vørur, og tað inniber eisini at leita fram spennandi list. Jørgin býr til dagliga nær við Østerport í Keypmannahavn. 

Jørgin Dahl kemur so til Føroya og venur nakrar dagar uppundir tiltakið í mai. Hann sang tó ikki tvey tey fyrstu kvøldini undir venjing, tí hann hevði ilt í hálsinum, segði hann. Sum upphiting hava bæði útvarpið og sjónvarpið havt sendingar um Jørgin og/ella Straight Ahead, og vit spyrja Jørgin, hvussu tað hevur ávirkað seg:

– ”Júst, sum tú sigur. Alt kom upp á ein gang; sendirøð í útvarpinum, dokumentarurin hjá Suna Merkisstein í tveimum pørtum, og so komu mínar báðar konsertir sum rosinan í pylsuendanum. Innan leingi kemu

r Veðraplátan, Veðra-LP’in, út í endurskoðaðari og topptunaðari útgávu á vinyli og í avmarkaðum upplagi. Vinyl hevur fingið eitt comeback og er retro nú”, sigur Jørgen.  

Sendingarnar gjørdu, at Straight Ahead og teirra tónleikur kom út til munandi fleiri fólk, sum fingu høvi til at kunna seg um bólkin og tónleikin. Tey, sum eru yngri enn 40 ár, hava av góðum grundum ikki stórvegis fyrstahondskunnleika til bólkin – Straight Ahead framførdu tó á Summarfestivalinum í 2005 –, og tað metir Jørgin seg nú hava gjørt upp við: 

– ”Vit hava rakt í minsta lagi 3 ættarlið við hesum. Tað vóru mong ung fólk, sum komu yvir og prátaðu við meg aftaná konsertina. Onkur var ikki eldri enn 18 ár, men dámdi konsertina supervæl kortini”, greiðir Jørgen frá. 

Jørgin leggur afturat, at nógvar av teimum “groupies”, sum vóru á dansigólvunum í 1970’unum, aftur vóru at síggja til konsertirnar. Tíverri var tað rættiliga forvirrandi, sigur hann, og tí eydnaðist ikki at koma uppá tal við øll, sum kundu hugsað sær at heilsað uppá. Hetta er ein av prísunum fyri, at tiltakið var so komprimerað. Tíðin gekk skjótt, sum hon altíð ger, tá man hevur tað stuttligt, og brádliga er konsertin av, men Jørgin vónar at fáa betri tíð at tosa við øll fólkini, høvi ikki varð at heilsa uppá eftir konsertirnar. 

Vit koma eisini inn á uppvøksturin hjá Jørgini í Klaksvík og eisini sorgblíða farvæl hansara við Klaksvík. Abbi Jørgin var nevniliga raktur av 5’ara-øsingini undir Læknastríðnum 1953-1955. Vit geva Jørgini sjálvum orði og spyrja, um sárið nú er grøtt: 

– ”Jú, eg havi ongantíð verið tað menniskjað, sum er beiskt ella ber agg. Ein skal víðari her í lívinum og kann ikki brúka tað at vera súrur, illur ella keddur um tað heila. Eg havi valt at síggja positivt upp á tað, og eg haldi at nógv broyting er hend til tað betra í Klaksvík. Eg vóni, at tað fer at halda fram, og at fólk eru betri við hvønn annan. Serliga eiga fólk at halda uppat við at siga eitt og meina nakað annað”, sigur Jørgin, og heldur fram: 

– ”Tá eg sigi broytt til tað betra, so meini eg við, at harmoniskt tykist tað sum, at tey ungu og tey vaksnu eru blivin betri til at vera saman, at samskifta á ein behagiligari máta, og tað sociala fungerar munandi betur, enn tað gjørdi, tá eg var ungur. Eg og mínir vinir fingu skapt okkum eitt univers saman, og tað var ikki bara tónleikur. Vit bygdu »hyttur«, fiskaðu á Borðoyarvík og vóru felags um at hava eitt gott hugflog. Men vit vóru eisini rættiliga spesiellir”. 

Prátið kemur eisini inn á uppvøksturin í sambandi við Svarta Skúlan. Har hevur Heri Ellingsgaard (ið eisini var við í Straight Ahead á sinni, blðm.) nevnt, at bólkurin var eitt mótsvar upp á Svarta Skúlan, og Jørgin lýsir tað soleiðis: 

– ”Tá í tíðini var tað ikki so nógv pláss til fólk, sum hugsaðu øðrvísi og vóru øðrvísi. Í tað er tað nógv meira accepterað, og tað haldi eg vera fantastiska positivt. Í dag er tað ikki soleiðis, at tað verður dikterað, at man skal uppføra seg uppá ein ávísan máta. Tá í tíðini, tá eg var barn og ungur, so var tað meira diktatur yvir tað heila. Um tú ikki fylgdi við streyminum, so bleivst tú flongdur ella fekk eina skideballu. Í dag er pláss fyri tí originala og evnaríka. Vit í Straight Ahead gjørdu eitt slag av uppreistri ímóti tí, at tað ikki var pláss fyri tí originala”, sigur Jørgin Dahl. 

Soleiðis hevur bólkurin Straight Ahead gjørt sítt til at rykkja og skrykkja í teir galdandi normarnar, og síðani eru onnur ættarlið komin, sum savnaðu seg í Varpinum til tær báðar konsertirnar. Vit spyrja Jørgin, hvat hann heldur um Varpið:

– ”Eg haldi at Varpið sameinir norðoyingar. Tá ið eg hugdi út yvir fjøldina, hevði eg tað positivt; har var góður stemningur, og tað kann man altíð merkja. Fólk vóru við upp á tað beinanvegin og vóru opin; tað var øgiliga positivt, haldi eg. Fólk vóru nostalgisk og komin inn fyri at hoyra góðan tónleik, og tað koyrdi bara. Eina løtu var »Beetlemania«-stemningur á fremstu rekkjunum, og fólk reistust upp at klappa og syngja við. Tað var ein sera positivur stemningur, má ein siga.”, sigur rokklegendan. 

Og tað koyrir sanniliga eisini víðari. Tí saman við Graham Stewart er Jørgin Dahl farin undir eitt nýtt projekt við tveimum nýggjum løgum, sum Óli Poulsen hevur framleitt. Løgini liggja longu á fleiri stroymingarplattformum, sigur Jørgin, áðrenn prátið kemur inn á Listarvirðisløn Nólsoyar-Pálls:

– ”Eg hugsaði »hvat hendir her«? Eg gjørdist bæði yvirraskaður, rørdur og glaður, ikki minst fyri symbolikkin, sum lá í virðislønini, um at fólk dáma arbeiðið, ein hevur gjørt við at skapa góðan tónleik. Vinmenninir úr Straight Ahead komu við upp á scenuna á verða heiðraðir leygarkvøldið, og eg varð serliga rørdur av at síggja Edward [Ziska, blðm.], og av at tað eydnaðist at fáa hann við. Tað er eitt stórt herðaklapp at fáa eina sovorðna viðurkenning”, sigur Jørgin, sum longu er farin av landinum aftur, men sum hevur fingið eitt tilboð um at framføra á Summarfestivalinum seinni í summar: 

– ”Eg havi fingið tilboð um tað, og eg havi lovað at venda aftur innan leingi, so tað kann vera, at eg komi á Summarfestivalin eisini. Tað verður ikki Straight Ahead, men helst bert eg, sum framføri solo, og festivalurin hátíðarheldur eisini í ár, at tað eru 20 ár síðani fyrsta festivalin”.

Endaliga svarið er ikki komið enn, men Jørgin væntar, at svarið fer at verða játtandi:

– ”Eg havi so nógvan tónleik, sum enn ikki er komin út, og har liggur so nógv á beding, sum átti at verið innspælt. Um tað fíggjarliga kemur upp á pláss, so koma væl fleiri løg út”, sigur Jørgin Dahl, og endar við at koma við eini áheitan: 

– Um tað eru nakrir stuðlar har úti, so sigið endiliga frá.