Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jørgin spyr Bjørt

John William Joensen

Skal Vinnuframagrunnurin heldur menna privata vinnu enn almennar stovnar fíggjaðir á fíggjarlógini?

Soljóðandi munnligan fyrispurning fer Jørgen Niclasen, løgtingsmaður at seta Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinnu í vinnumálum

Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna skal á komandi løgtingsfundi svara munnligum fyrispurningi frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni. Jørgen spyr eitt nú um Vinnuframagrunnurin fylgir síni endamálsorðing við at geva stuðul til almennar stovnar.

Vinnuframagrunnurin játtaði í 2006 tilsamans 6.771 mió. kr. harav Samvit fekk 2.200 mió. kr. Peningur sum privatir íverksetarar annars kundu fingið.

Munnligur fyrispurningur

Hvussu stórur partur av játtanini hjá Vinnuframagrunninum almennir stovnar hava fingið í 2007?

Um Vinnuframagrunnurin fylgir síni endamálsorðing við at geva stuðul til almennar stovnar?

Hvussu stórur partur hava privatir íverksetarar fingið?

Um landssstýrismaðurin heldur at tað rætt, at almennir stovnar, sum eru fíggjaðir á fíggjarlógini skulu kunnu søkja um stuðul frá almennum grunnum og harvið forða teimum at privatu at fáa part av hesum?

Um Vinnuframagrunnurin heldur skal menna privata vinnu enn almennar stovnar fíggjaðir á fíggjarlógini

Viðmerkingar
Vinnuframagrunnurin er stovnur undir landinum sum í hevur til endamáls at styrkja og fjøltátta føroyskt vinnulív og menna burðardyggar føroyskar fyritøkur.

Vinnuframagrunnurin játtaði í 2006 tilsamans 6.771 mió. kr. harav Samvit fekk 2.200 mió. kr.

Íverksetan hevur stóran týdning fyri fyri framburð í føroyska samfelagnum. Løgtingið hevur í Løgtingslóg nr. 81 frá 8. mai 2001 um vinnuframagrunn samtykt, at Vinnuframagrunnurin skal styrkja føroyskt vinnulív. Um almennir stovnar so sum Samvit fáa part av stuðlinum kann hettar forða øðrum privatum at fáa stuðul.

Fyrispurningur verður settur landsstýrismanninum í vinnumálum tí landsstýrismaðurin staðfestir í stuðulsskipanum hvørji endamál, ið Vinnuframagrunnurin kann stuðla, og undir hvørjum treytum, herímillum hvørji vinnugreinaøki kunnu verða stuðlað.

Samvit sum er almennur stovnur undir Vinnumálaráðnum fær árliga játtan á fíggjarlógini. Á fíggjarlógar uppskotinum fyri 2008 stendur Samvit til at fáa 17 mió. kr. Samvit í 2006 2,2 mió. kr frá Vinnuframagrunninum til Vinnuframaátøk.(tøl frá Vinnuframagrunninum).