Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jørn Astrup Hansen frá sum forstjóri í Føroya Banka

John William Joensen

Sambart tíðindaskrivi frá Føroya Banka verður Janus Petersen nýggjur forstjóri frá 1. maj

Tíðindaskriv:
Jørn Astrup Hansen hevur – samsvarandi starvssáttmálanum – ynskt at fara úr starvi sínum sum forstjóri í Føroya Banka.
Jørn Astrup Hansen kom í starv tann 1. januar 1993 sum stjóri í Sjóvinnubankanum, sum á heysti 1992 var komin í fjíggjarligar trupulleikar. Sjóvinnubankin legði í apríl 1994 saman við Føroya Banka, og Jørn Astrup Hansen helt fram sum forstjóri í samanlagda bankanum, Føroya Banki.
Jørn Astrup Hansen verður tann 1. maj 2005 avloystur í starvinum sum forstjóri í Føroya Banka av Janus Petersen, sum síðani samanleggingina í 1994 hevur verið stjóri í bankanum.

Jóhan Páll Joensen,
nevndarformaður