Á Sjómannadegnum 2013, sendið tá 3 ára gamla Jórun Skarðenni ein fløskupost avstað í Kalsoyarfirði. Nú um dagarnar kom svar heilt norðan úr artiska sirklinum í Noregi, har ein 34 ára gomul portugisisk kvinna fann fløskuna við brævinum hjá Jórun.
Á Sjómannadegnum 2013, sendið tá 3 ára gamla Jórun Skarðenni ein fløskupost avstað í Kalsoyarfirði. Nú um dagarnar kom svar heilt norðan úr artiska sirklinum í Noregi, har ein 34 ára gomul portugisisk kvinna fann fløskuna við brævinum hjá Jórun. Portugisiska kvinnan Carolina sendir Jórun eitt forvitnisligt bræv á enskum, ið vit hava flutt til føroyskt niðanfyri – lesið spennandi søguna um fløskupostin hjá Jórun…
Góða Jórun,
Eg eiti Carolina og eg eri ein 34 ára gomul portugisisk genta, sum dámar at halda seg vera ein dokumentar filmframleiðari og fotojournalistur.
Eg skrivi til tín, tí eg havi beint nú funnið brævið í fløskuni, sum tú tveitti í havið tætt við Klaksvík. Fløskan ferðaðist ein rættuliga langan tein, allan vegin inn í Artiska sirkulin.
Eg fann hana ímeðan eg ruddaði strondina í Stave, ein lítil bygd í Andøya, ein norsk oyggj í Vesterålen archipelago (Eg havi ferðast ígjøgnum Noreg teir seinastu tríggjar mánaðirnar og nú eri eg í arbeiðisfrítíð í einum búplássi 50 metrar frá artiska havinum).
Eg ruddi nógvar fløskur burtur, men tín var tann einasta, sum hevði eitt bræv innaní. Eg var ógvuliga ovfarin og eg gjørdist ógvuliga glað, tá eg las bræv títt.
Eg tók eina mynd av tí og eisini eitt video, fyri at tú kanst síggja hvussu her sær út, sum fløskan er funnin – hetta er ein sera vøkur strond, við vøkrum fjøllum runt um; Eg eri vís í, at tú vildi elska at verið her; Her eru nógvar ørnir og aðrir fuglar, sum eg ikki veit navnið á; eisini kópar, men eg havi ikki sæð nakran enn… og tú kundi spælt allan dagin, tí her verður ongantíð myrkt 🙂
Eg sendi eisini eina mynd av einum korti, her tú kanst síggja hvussu langt fløskan hevur ferðast.
Kordinatarnir, sum eg eri á eru hesir
Breidd 69.12.14
Longd 55.51.45
Sambart ghoogle maps, so hevur fløskan ferðast 792.510 mil/1275.421 kilometrar/688.673 fjórðingar.
Eg vóni at tú einaferð fert at ferðast kring jørðina nógv meira enn fløskan hjá tær. Við skipi, flogfari, tokum, bilum, súkklum og til gongu. Til øll lond á jørðini. At ferðast er tað besta 🙂
Alt tað besta til tín
Carolina




