Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jórun Høgnesen, forkvinna í mentunarnevnd Klaksvíkar Býráðs: Peningur til skúlan

John William Joensen

John William Joensen, formaður Norðoya Sambandsfelag, hevur grein í bløðunum í seinastu viku við yvirskriftini: "Ikki meira snakk, men peningur."Hann skrivar m.a. at politiskur vilji er ikki til staðar at nýta pening til mentan og ítrótt í Klaksvík.

Her fer John William skeivur. Klaksvíkar kommuna hevur brúkt nógvan pening til hesi øki. Eg kann vísa á nøkur dømi:
Svimjihøllin er nútímansgjørd fyri fleiri milliónir, nýtt skýli er bygt við fótbóltsvøllin, nýtt graslíki er lagt á fótbóltsvøllin og Atlantis er uppafturlatið. Klaksvíkar Bókasavni kunnu vit eisini vera errin av.
Hervið er ikki sagt, at mentanin og ítrótturin ikki tørvar meira pening. Vit kundu helst brúkt alla fíggjarorkuna hjá kommununi, og allíkavæl ikki nøkta øll ynskini. Hetta býráðið setti sær eisini fyri at loysa trupulleikan á barnaansingarøkinum, og eru vit eisini um at koma á mál her.
Tú sigur, at eg vil nýta pening til fólkaskúlan. Tað er púra rætt. Eg vil nevniliga nýta nógvan pening til hetta økið. Nú má og skal peningur brúkast her, tí tað er bæði synd og skomm, at okkara børn ikki kunnu fáa bestu skúlaumstøðurnar vegna hølistrupulleikar, og hesin trupulleikin er als ikki nýggjur, men hann má loysast nú, og tí raðfesti eg skúlan hægst á mentunarøkinum.
Býráðið hevur samtykt at útbyggja Skúlan við Ósánna, og at endurskoða alt skúlaøkið sum heild. Tá ið hetta arbeiðið er liðugt, verður meiri peningur tøkur á mentunarøkinum til onnur mentamál.
Eg meini eisini, at íløgur í mentan og ítrótt er neyðugar, men í hvørjari fíggjarætlan er neyðugt at gera raðfestingar, og tí mugu vit gera eina langtíðar íløguætlan, har mentan og ítróttur fær sín sjálvsagda part.
Tað er avgjørt neyðugt við góðum samstarvi millum øll feløg og kommununa. Feløgini gera øll eitt gott og stórt arbeiði og í felag kunnu vit gera nógv, tað ivist eg ikki í. Eg ivist heldur ikki í at vit fáa eina venjingarhøll afturat um ikki so langa tíð, men um kommunan skal fíggja alt einsamøll, so kann alt ikki gerast í senn, ella má skattaprosentið upp. Eg taki ikki undir við at hækka skattin, ei heldur at fíggja alt við lántøku. men eg taki undir við at kommunan   stuðlar teim ymisku feløgunum  fíggjarliga og tað vita tey, sum vegna feløgini umsita tað peningaliga.