Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jórun Høgnesen fús til býráðsarbeiðið

Oliver Joensen

Mínar visiónir vóru og eru framvegis at skapa bestu møguleikar fyri øll í Klaksvíkar Kommunu

Flokkar og fólk eru so smátt farin at fyrireika seg til komandi býráðsval og longu nú kann brævatkvøða verða avgreidd hjá teimum, sum ikki vænta at verða heima valdagin. Spurningurin er bara hvør bjóðar seg fram á listunum.
Eg eri til dystin fús til eitt 4 ára skeið afturat í Klaksvíkar Býráð. Mær dámar væl býráðsarbeiðið og haldi, at bara væl er komið burturúr hesi skjótt 8 árini eg havi arbeitt í býráðspolitikki. Í politikki er ringt altíð at fáa tað, akkurát sum ein sjálvur vil, tí neyðugt er at samstarva við aðrar politikarar og flokkar við øðrvísi raðfestingum. og tað er ongantíð so, at øll eru nøgd, tí kanska heldur onkur, at dentur átti at verðið lagdur á okkurt annað, enn tað, sum nú er gjørt ella er byrjað.
Bleyt virði
Møguleikar mugu vera hjá øllum familjum at trívast og virka í kommununi, men tað krevur nógv. M.a. góða og trygga barnaansing til øll børn undir skúlaaldur. Her eru vit við at koma á mál. Ein nýggjur stovnur, barnahúsið Margit, er tikin í brúk. Nýggj spælistova til dagrøktina við øllum hentleikum er somuleiðis tikin í brúk. Skúlin við Ósánna verður bygdur av nýggjum og gjørdur størri. Kommunan hevur veitt dyggan stuðul til Badmintonhøllina og róðraneystið í Árnafirði. Fótbóltsvallir á Norðoyri , Mikladali og undir Grashjalla. Ungdómshúsið og Dávavirkið eru sólskinssøgur og eru við til at menna virksemið mentanarliga og sosialt. Svimjihøllin, er vorðin sera spennandi, hóast ikki liðug enn. Hetta fyri at nevna nøkur ítøkilig dømi, sum eg havi arbeitt við í Mentanarnevndini og Sosialunevnd og sum nú virka við til at gera Klaksvík til ein spennandi bý.
Hørð virði
Sjálvt um eg havi lagt stóran dent á tey “bleytu virðini” so havi eg ikki gloymt tey “hørðu”, tí eg dugi væl at síggja, at ein javnvág má vera í, ella hongur tað ikki saman. Sum limur í Havnanevndini havi eg verið við til at fáa havnina í Ánunum , sum kann taka ímóti teimum stóru skipunum. Nú eru karmarnir góðir, so vónandi fer Klaksvíkar havn at fáa inntøkur av hesi íløguni í framtíðini. Her hugsi eg bæði um fiskivinnu, farmavinnu og ikki minst ferðavinnu.
Í Teknisku nevnd havi eg verið við til at samtykkja ringvegin, sum fer at lætta munandi um ferðsluna á vestara armi. Sóttreinsað vatn til øll í kommununi er eisini avgreitt. Útstykkingar á Norðoyri og undir Grashjalla, fyri at nevna nøkur mál.
Framtíðin,
So alt í alt er tað gjørt sera nógv í kommununi seinastu árini, alt annað vildi verið skeivt at sagt. Hóast tað, vil eg loyva mær at siga, at eg haldi at nøkur mál eru eftir, sum nú eiga at koma í fremstu røð at arbeiða við.
Her er betri umstøður til fríðtíðarskúlan eitt átrokandi mál. Sum nú er fyriliggur ein býráðssamtykt um at Gamli Tekniski Skúli skal verða frítíðarskúli, tá ið skúlin við Ósánna er liðugur. Hetta eri gott, tí hann liggur á skúlaøkinum , so børnini hava stuttan og tryggan veg úr skúla og í frítíðarskúla. Húsið er í góðum standi, men tørvur er á tillagingum. Hesi samtykt eigur býráðið ikki at sleppa uttan so, at okkurt betri fyriliggur. Íbúðir og búðstaðir til ung og gomul, frísk og fólk við breki, ja, til øll endamál mugu vit eisini fáa fram í raðfesting , og loysa á skilagóðan hátt.Hetta eru bara nøkur mál, sum eg í eini knappari vend kann taka úr rúgvuni. Øll hesi mál hava eisini alstóran týdning fyri okkum øll, sum búleikast her og sum eisini eiga at fáa sítt pláss í politikkinum.
Fíggjarligt varsemi
Vit hava nú í nøkur ár havt góðar tíðir í Føroyum og harvið hevur kommunan havt góða inntøku, men nú sær tað út til, at vit eiga at vera varin við tí fíggjarliga partinum, tí ein kommuna sum Klaksvíkar Kommuna, sum veitir sínum borgarum lutfalsliga nógvar tænastur, er dýr at reka, og stórur partur av okkara inntøkum er bundin at fiskivinnuni, sum er í einum aldudali í løtuni. Komandi býráðspolitikara eiga tí at hugsa seg væl um, áðrenn teir lova nakrar kostnaðarmiklar ætlanir tey fyrstu árini. Eg vil heldur siga, at eg fari at leggja alla orku í at fáa verandi virksemi at virka so væl sum gjørligt, og at fáa tey projektir og byggimál, sum eru sett í gongd liðug og at virka eftir ætlan. Men eg vil tó siga, at nú tær stóru íløgurnar til Norðhavnina eru avgreiddar, so haldi eg, at tað er uppá sítt pláss, at mentan í breiðari merking eigur at fáa munandi størri part av fíggjarætlanini.

Góðar ætlanir hava vit øll, og tað skulu vit eisini geva okkum stundir til komandi tíðina, so vit í Klaksvíkar Kommunu eru væl fyrireikaði bæði til verri og betri tíðir. Vit hava nógv at standa saman um, tí tað er fólkið her býr, sum í seinasta enda skapar trivnaðin og vælferðina.