Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jórun Høgnesen valevni Tjóðveldisfloksins til Býráðið skrivar: Skilagóðar raðfestingar heldur enn tóm vallyfti

John William Joensen

Um allur tørvur og ynski um útbyggingar á ymiskum økjum skulu verða framd, so hevur kommunan ein íløgutørv millum 300 og 400 mió.

Sum fíggjarliga orkan er í dag so er ikki ráðiligt at gera íløgur fyri nógv meir enn 20 mió. árliga, so her mugu skilagóðar raðfestingar til.
Í seinasta Norðlýsinum spyr eitt av valevnum  Fólkafloksins hvar mentanarpolitikkurin er.
Hon ger ikki greitt hvat hon heldur mentan vera, men tosar um at lyfta mentanina upp á eitt hægri støði, og so vísir hon á eina verkætlan um mentanarhús frá 2002.  Harafturat og ikki minst sigur hon, at skúlin er farin við meginpartin av pengunum á mentanarkontuni, og at formaðurin í mentanarnevndini bart út hevur sagt, at hon bert arbeiðir fyri skúlunum.
Er tað nakar, sum hevur skúgvað mentanina til viks, so er tað júst Fólkaflokkurin meðan hann sat við býráðsins leiðslu við m.a. at avtaka bæði mentanarnevnd og mentanardeild býráðsins. Kommunan var rættuliga skuldarbundin og tað hevði verið áhugavert at kanna hvussu  nógv av hesum peningi fóru til íløgur á júst mentanarøkinum? Spurningurin er so um Fólkaflokkurin hevur saðlað um á mentanarøkinum. Ella er hetta kanska bert tóm vallyfti? Tað er ikki eiti á frá at avtaka mentanarnevndina í sínari tíð, til nú at ætla at hava tvær býráðsnevndir á mentanarøkinum.

"Bert" skúlin !!!!
Eg fari sum formaður í mentanarnevndini ongantíð at kalla skúlanar fyri "bert", tí hetta er ein av týdningarmestu stovnum vit hava í samfelagnum og harvið eisini í Klaksvík. Tað er av størsta týdningi, at fáa skúlarnar so góðar sum gjørligt og at geva teimum góðar karmar at virka undir. Alt annað er óforsvarligt. At tað hevur verið neyðugt at taka eitt megnartak skúlunum at frama er onki loyndarmál, har gongur sjón fyri søgn.Hetta heldur fólkafloksvalevni eisini vera skilagott. Allir klaksvíkingar skulu ígjøgnum skúlaverkið, har er onki val, og eg eri glað fyri, at eg havi kunnað arbeitt skúlunum at frama. Eg haldi framvegis, at ein íløga í skúlaverkið er ein sera góð íløga, og eg veit, at skjótt verður hesar íløgur sjónligar í samfelagnum fyri tað góða.

Mentanarhús!!!!
Tað er so takknemmiligt at siga, at vit eiga at byggja eitt nýtt mentanarhús í Klaksvík, tí okkum tørvar eitt tílíkt og um vit ikki fáa eitt nú, so hava vit onga ordiliga mentan. Tað er eisini lætt at handa býráðnum eitt álit og so vænta, at nú er alt leyst og liðugt. Mær vitandi var tað ikki býráðið, sum bað um nevnda álit, men táverandi musikskúlanevnd setti eina trímannanevnd at gera álit um nýggjan musikkskúla og mentanarhús, og tað er hetta álit, sum núverðandi býráð hevur fingið. Eg eri als ikki ímóti, at Klaksvík fær eitt mentanarhús, tvørturímóti, men eg dugi at síggja, at vit ikki kunnu gera alt í senn og tí havi eg verið noydd at raðfest sum eg haldi verða best, og undirtøka krevst eisini fyri at gera stórar íløgur.  Nú er so útfyllingin gjørd har sum eitt komandi mentanarhús skal byggjast.

Mentanin ikki gloymd!!!!
Tá ið eg kom í býráðið í 2000 var als eingin sjálvstøðug mentanarnevnd til, eftir at m.a.Fólkaflokkurin  hevði lagt mentanarnevnd og sosialu nevnd saman til eina vegna sparingar. So tað fyrsta, sum var at gera var at endurstovna nevndina. Síðani hevur nevndin so sanniliga havt fleiri stórmál á skránni og loyst tey alt eftir sum tann fíggjarliga orkan hevur verið. Atlantis, sum stóð kalt og stongt, er uppafturlatið, og er karmur um fleiri mentanarlig tiltøk. Sjónleikarafelagnum tørvar tó betri umstøður at arbeiða út frá og eg vil fegin gera tað, sum eg kann at hjálpa teimum við hesum.
Í fjørsummar skipaði Klaksvíkar Kommuna fyri Nordvesten mentanarstevnuni, sum eydnaðist sera væl. Í summar var kommunan eisini ein av høvuðsstuðlunum til Summarfestivalin, sum setti Klaksvík á heimskortið. Um ársskiftið komandi, tá ið læknamiðstøðin er tikin í brúk, verður Noroyða Banki ungdómshús og har fær ungdómurin pláss fyri síni mentan í einum rúsfríum umhvørvi. Musikkskúlin fær nú eisini allan Gamla skúla at virka í og skuldi hetta verið ein góð hjálp fyribils í hvussu so er. Kvøldskúlin virkar væl við fleiri góðum tilboðum til borgarnar í býnum. Bókasavnið er sett í stand og nýtímansgjørt og er eisini karmur um fleiri smærri mentanarlig tiltøk.
Vit eiga nógv feløg og einstaklingar í Klaksvík sum eru gull verd fyri mentanina og frítíðarlívið og uttan tey hevði lítið komið av skafti, tí eiga øll hesi bæði stuðul og tøkk uppiborið.

Ítrótturin!!!!
Í  Klaksvík eru so nógv góð tilboð á ítróttarliga økinum.Tíverri eru karmarnir ikki av teim bestu, men svimjihøllin er umvald og tekur seg rættuliga væl í býarmyndini. Tvey starvsfólk eru eisini sett afturat fyri at seta trygdina í hásætið. Tá ið  svimjihøllin aftur stendur fyri tørni til umvæling á sjálvar hyljarnar, so skal Ægir ikki gloymast. Ein loysn má finnast, so felagið kann menna sínar svimjarar   eisini meðan umvælingar fara fram.  Tørvur er á eini ítróttarhøll afturat, tað kunnu vit øll verða samd um, og KÍ høllin krevur so stórar ábøtur, at kommunan helst verður noydd at keypa hana og gera ábøturnar. Hesum taki eg eisini undir við, tí ítrótturin hevur rættuliga nógv at tíða fyri okkum,tí soleiðis fáa vit  ein frískan og sunnan ungdóm, sum hevur okkurt gott at fara til í frítíðini. Ítróttarhallirnar kunnu eisini verða karmur um so nógv onnur tiltøk og tí er ætlanin at útbyggja soleiðis, at hetta gerst ein rættuligur depil við øllum hentleikum. Henda ætlan er komin rættuliga langt  og eigur at vera framd beinanveg við kommunalari hjálp ella reint kommunalt um neyðugt. Hetta er í hvussu so er nakað, sum eg framvegis fari at arbeiða miðvíst fyri.

Vallyfti!!!!
Upp undir hvørt val verða ein rúgva av vallyftum givin. Um øll skulu verða førd út í lívið so er íløgutørvurin sum nevnt langt omanfyri 300mill. So tað sigur seg sjálvt, at raðfestingar eru neyðugar, ella fer kommunan so syngjandi á húsagang aftur. Í politikki ræður eisini um at vera diplomatiskur ella kemur man onga leið. Tað nyttar onki bara at leika í. Eg vil heldur ikki geva vallyfti, sum eg allíkaval ikki kann halda. Eg fari heldur at vera realistisk og arbeiða eftir besta førimuni til gagns fyri øll tey, sum búleikast í Klaksvíkar kommunu.  Eg setti mær fyri undan seinasta býráðsvali, at kom eg inn í býráðið, skuldi eg raðfesta skúlarnar og barnaansingina høgt. Hetta lyfti havi eg hildið og væl hevur gingið. So hvørt sum íløgutørvurin minkar á hesum og  øðrum økjum so verða fleiri pengar tøkir til onnur mentanarlig endamál ella tey sokallaðu bleytu virðini.

Jórun Høgnesen,
valevni Tjóðveldisfloksins
jorunh@post.olivant.fo