Byggingin av einum bakaríið á ídnaðarøkinum við Borðoyarvík er nú farið í gongd, tað er Sp/f Bakaríið hjá Jórun sum eigur og Norðhús við Rógva Josephsen sum stendur fyri byggingini.
Jórun Mørkøre byrjaði egið bakarí úti í Klaksvík í august í 1999. Hon sigur, at tey nú eru komin á eitt vegamót. Um so er at vit framhaldandi skulu dríva eitt bakarí í Klaksvík, so er neyðugt við nýggjari útgerð og betri arbeiðisumstøðum og tað valdu vit at fara undir nú, eisini við tí í huga, at við undirsjóvartunnlinum um Lorvíksfjørð verður økið størri um vit eru kappingarfør við onnur.
Høllin, sum nú er farin í ger á ídnaðarøkinum er um 400 fermetrar til støddar. Hetta er okkara fyrsta byggistig. Ætlanin er í fyrstu atløgu, at vit skulu baka har uppi við Borðoyarvík, men baksturin skal seljast í handlinum úti í Klaksvík, sum eisini hevur møguleikar fyri betri umstøðum, tá bakaríið flytir.
Í løtuni arbeiða fýra bakarar á bakarínum. Tey eru, Jórun Mørkøre sjálv, Olevina Jacobsen, Peter Johannes Eliasen og Lisbeth Mørkøre. Í handlinum arbeiða Vivian Viðbjørg, Selma Høgnesen og Sólgerð Thomsen, harafturat eru tvær skeridámur, Simona Purkhús og Irena Justesen.
Jórun sigur, at Norðhús roknar við at bygningurin kann vera innilokaður 10. september og hon vónar at partur av jólabakstrinum í ár kann verða bakaður í nýggju hølunum.
Hetta er fyrstu fer at ein bygningur verður bygdur beinleiðis bert til bakarí í Klaksvík.




