Anthony Joshua fer at verja síni tvey tungvektsbeltir móti Kubrat Pulev í Cardiff tann 28. oktober
Anthony Joshua fer at verja síni tvey tungvektsbeltir móti Kubrat Pulev í Cardiff tann 28. oktober
Johsua fer aftur í ringin eftir fantastiska dystin ímóti Wladimir Klitchko á Wembley í apríl mánað, tá 90.000 áskoðarar sóðu Joshua leggja WBA beltið aftrat sínum IBF belti.
Nevaleikurin verður leygarkvøldi 28 oktober í Cardiff og viðmerkjarar siga longu at talan verður um ein øgiligan dyst. Kubrat Pulev hevur góð hagtøl at vísa á, hann hevur boksa 26 dystir og vunnið 25 og tapt ein. Av teimum 25 dystunum hevur hann vunnið 13 teirra við knock-out.
Cardiff er, sum kunnugt, í somu tíðarsonu sum okkara og tað merkir at dysturin verður um kvøldi, heldur enn langt út á náttina.




