Enn ein føðingardagsheils til Josven á Hædd á 75 ára føðingardegi hansara ídag, 5. apríl.
Jósvein á Hædd 75 ár
Hósdagin hin 5 àpríl rundar Jósvein á Hædd tey sjeytifimm. Hann er føddur og uppvaksin á Vágsheygnum, sonur Sannu Mikkelsen úr Syðrugøtu og Petur á Hædd í Klaksvík.
Skjótt eftir realskúlaprógv fór Jósvein niður til Svendborg á fjarritaraskúla og eftir bert 18 mánaðum kundi hann koma heimaftur við fyrstaklassa prógvið.Hetta var í tí tíðini, fyrrapartin í fimtiárinum, tá ið allir teir størru trolarnir høvdu fjarritara umborð. Jósvein legið beinanvegin frá landi, fyrst við Kallsevnið síðan við Jóannes Patursson og seinast við tí stórsta og mest framkomna síðutrolaranum Skálaberg, sum var komin til landið í 1956, Jósvein var nógv avhildin sum fjarritari, var punktligur og sjáldsama kringur við morsilyklinum, sum bleiv nógv brúktur tá ið tíðini.
Jósvein hevur gott minni og dugir væl at greiða frá og kann tað verða áhugavert at líða á, tá hann fortelur frá buldritum túrum uppi á Halanum við Jóannes Patursson ella í burturgangingaveðri á Kappanum við Skálaberg.
Ì 1965 legist Jósvein uppá land og fór at arbeiða sum mekanikari á telefonstøðini í Klaksvík,har hann starvaðist í samfull 35 ár.
Ì 1958 giftist Jósvein við Jovinu Mørkøre úr Víkunum og búðsettust tey við Nýggjaveg.Tey eiga ein son, hin so navnframa myndamannin Per á Hædd, sum starvast og býr í Havn.
Jósvein og Jovina (Lillan) eru bæði arbeiðssom og sera røkin, tey hava fleiri ferðir fingið viðrisløn fyri røkt av urtagarðinum og yvist eg onga løtu í at tey eisini høvdu fingið fyri røkt av húsinum, bæði uttan og innan um slíkar funnust. Tey eru framvegis sera aktiv, tey svimja bæði og gerða ofta gongutúrar niðan Eið.
Eg fari at ynskja Jósvein sváginum hjartaliga tillukku við degnum og mong góð ár framyvur til tykkum bæði.
Helgi




