Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Journalistur úr Portugal: 3-0 er nøktandi

Jákup Ósá

(Porto) Tað er ivamál um tvey pláss í uppstillingini vegna skaðar og leikaraflyting sambært journalisti úr Portugal, sum fylgir landsliðnum.

Miguel Pataco frá Jornal Noticias tíðindafundinum hjá Føroyum og Portugal seinnapartin. Hann segði, at fyri portugisar var tað nøktandi, um Portugal vinnur 3-0. Hann væntaði tó, at fleiri kanska vænta enn størri sigur. Sjálvur hevði hann tó lagt til merkis, at Føroyar høvdu fingið góð úrslit seinastu árini. Miguel gav okkum eisini uppstillingina, sum hann væntað hon fór at síggja út hjá Portugal, sum sjáldan skiftir nógv út. Vegna skaðar og leikaraskiftir, so var hann í iva um tvey pláss. Tað var tvey av plássunum mitt á miðvøllinum. William Carvalho er í samráðingum við onnur feløg og spælir møguliga ikki, meðan skaðar gera at ivamál er, hvør spælir viðsíðuna av Joao Moutinho. Hann gitti tað bleiv Joao Mario. Men hann væntaði ikki, at Portugal fór at spara leikarar.

Portugal byrjar í einari 4-4-2 leiksipan við diamanti á miðvøllinum, har Bernardo Silva verður aftanfyri Cristiano Ronaldo og Andre Silva.

Uppstillingin verður tí møgu lík hesi sambært Mikuel: Rui Patricio – Cedric Soares, Pepe, José Fonte, Eliseu – Danilo Periera/William Carvalho, Joao Moutinho, Joao Mario, Bernardo Silva – Cristiano Ronaldo, André Silva.

Miguel Pataco væntaði ikki, at tað bleiv útselt til dystin, men at eitt stað millum 15.000 og 20.000 áskoðarar.