Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jú, JFK missir rættindi í Barentshavinum

Helgi Abrahamsen

Á tíðindafundinum í Tinganesi mánadagin segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, at eftir nýggju fiskivinnuskipanini fer eingin at kunna eiga meira enn 12 prosent av samlaða tilfeinginum, sum føroyingar hava rætt til at fiska. Fyri høvrt einstakt fiskaslag verða ymisk mørk sett fyri, hvussu nógv hvør einstakur kann hava. Hesi mørkini liggja millum 15 og 35 prosent.

“Til dømis fyri makrel, sild og svartkjaft hava vit skotið upp, at eingin skal kunna hava meira enn 15 prosent – tað sama fyri tosk, hýsu og upsa undir Føroyum, men fyri annan fiskiskap er tað eitt sindur hægri, har tað søguliga hava verið færri leikarar,” segði hann.

Men so segði Høgni Hoydal:

“Hetta verður galdandi fyri tey longru rættindini og meðalrættindini, meðan tá tað kemur til, hvat kann bjóðast á stutttíðar uppboði, so hava vit sett ta regluna, at eisini teir aktørarnir sum eru í vinnuni í dag, sum raka antitrustmarkið, kunnu bjóða, men bara fyri ein ávísan part, soleiðis at tað verður atkomiligt hjá fleiri.”

Hetta merkir, at verandi aktørar kunnu ikki bjóða á uppboði uppá tað, sum verður selt fyri 8 ár og heldur ikki tað sum verður selt fyri 3 ár. Teir kunnu bara bjóða uppá tað sum verður selt fyri eitt ár í senn.

Sambært § 12 stk. 2 í uppskotinum verða 20 prosent av tí sum er yvir miðal tey seinastu 10 árini boðin út á hvørjum ári sum stutttíðar rættindi. Hini 80 prosentini verða boðin út sum long og miðal long rættindi – og tað sleppa verandi aktørar, sum raka antitrustmarkið, ikki at bjóða uppá.

Um vit taka heildarkvotuna av botnfiski í Barentshavinum og við Svalbard, so vóru fiskað 22.362 tons í meðal árini 2007 til 2016. Heildarkvotan í 2016 var 30.686 tons. Tað vil siga, at kvotan í 2016 var 8.324 tons meira enn miðal undanfarnu 10 árini. Um nýggja skipanin var farin at virka í 2016, so skuldu hesi 8.324 tonsini verið boðin út á uppboðssølu. Av teimum hevði JFK bara sloppið at bjóðað uppá tey 20 prosentini sum skulu seljast sum stutttíðarloyvi.

Sjálvt um tað hevði eydnast hjá JFK at fingið fatur á øllum teimum 20 prosentunum, so hevði tað kortini merkt, at teirra partur hevði verið munandi minni, enn hann er undir verandi skipan.

Harleyfacadeacryl