Føroyskir judoleikarar fara aftur í ár at luttaka í altjóða judokappiingini Hillerød International Cup.
Sum navnið á kappingini sigur, so verður kappingin í Hillerød í Danmark, kappingin verður nú leygardagin 26. november.
Hillerød Cup er ein altjóða kapping við nógvum luttakarum, mest børn og unglingar, men seinnu árini hevur eisiniverið kappast millum veteranar.
Úr Føroyum fara 17 luttakarar, harav tveir venjarar fara at luttaka í kappingini fyri veteranar, meðan hini 15 luttaka í kappingunum fyri børn og unglingar.
Hetta er ein stark kapping, men hink árini hevur tað sum oftast eydnast onkrum av føroysku leikarunum at koma heim aftur við heiðursmerkjum, og tað vóna vit sjálvandi aftur í ár.
Myndin vísir flestu av luttakarunum í Hillerød Cup í ár.




