Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Julian vann sína fyrstu Flaggdagsrenning

John William Joensen

Í kappingini hjá monnum, gjørdist skjótt greitt, at renningin skuldi avgerast millum Jan Elmar Sørensen og Julian Gregersen úr Treysti. 

Vinnarin frá seinast, Signar Røsvig, luttók ikki, og tí skuldi nýggjur vinnari finnast. Í fjør gjørdist Jan Elmar nummar tvey og Julian nummar trý, og út frá Vetrarkappingini, so var annar teirra favorittur at vinna. Spurningurin var bara hvør rakti dagin. Teir hava hvør sína styrki: Jan Elmar í longri teinum og Julian í styttri teinum. 
Jan Elmar legði seg á odda frá byrjan og dróg lessið næstan allan vegin, men á seinastu hundrað metrunum varð Julian tann stinnari í spurtuppgerðini, og vann hann sostatt sína fyrstu Flaggdagsrenning. Tiðin hjá honum varð 23.02 min. Jan Elmar kom á mál seks sekund seinni við 23.08 min. Julian rann 50 sek. skjótari enn seinast og Jan Elmar 40 sekund skjótari.
Á triðja plássi kom Andrias Hansen úr Bragdið við 23.40 min. frammanfyri bróðurin Eirik Hansen við 23.57 min. 125 mannligir rennarar luttóku í renningini.
Nevnast kann at undan Signari Røsvig, sum vann seinasta ár, so hevði Marnar Djurhuus úr Treysti vunnið tær undanfarnu fýra Flaggdagsrenningarnar á rað.
Aðrir mannligir rennarar úr Treysti runnu eisini væl, og blivu úrslit teirra hesi:
nr. 0926.18 min.Gunnar Sivertsen
nr. 1026.19 min.Heini Gregersen (nr. 3  í veteran)
nr. 1226.45min.Kaj Dam (nr. 4 í veteran)
nr. 1627.07 min.Hans Sivertsen
nr. 2528.14 min.Borgar Biskopstø (nr. 8 í veteran)
nr. 6032.18 min.Gunnar Simonsen (nr. 4 í superveteran)
Øll úrsliti hjá monnum finnast her: Flaggdagsrenning menn 2016