Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Júst Poulsen, bygdarráðsformaður í Hvannasunds Kommunu: Hetta er tað ringasta eg veit um

John William Joensen

sigur Júst Poulsen, bygdaráðsformaður í Hvannasunds kommunu


47 ára gamli bygdaráðsformaðurin í Hvannasunds Kommunu, Júst Poulsen, hevur búð alt sítt lív í Hvannasundi og hann sigur seg ikki hava upplivað slíkt áarføri áður.
– Alt byrjaði so knappliga. Eg tosaði við onkran sum var farin til songar beint fyri kl. 5 í morgun og tá var alt í lagi. Men longu kl. 7 í morgun var alt ein katastrofa.
– Tað er ein ótrúlig mongd av avfallið sum er komin niður eftir einar lítlari løtu.
– Vit hava onkuntíð fyrr upplivað at áirnar eru farnar um bakkarnar, men tá hevur tað verið áhaldandi regn í fleiri dagar. Hesaferð tók tað bert heilt fáar tímar til tað fløddi um alla bygdina.
 
Ikki vandastøða
Júst Poulsen undirstrikar at í løtuni er bygdin ikki í nakrari vandastøðu, men tað er trupult at meta um skaðan áarføri hevur gjørt.
– Sløkkiliðið hjá okkum hevur tríggjar pumpur og tær hava allar verið brúkar til at tøma kjallarar í húsum.
– Eisini eru onkur fólk flutt frá húsum sum høvdu fingið ógvusligan vatnskaða, men annars hevur bygdin ikki verið í nakrari vandastøðu.
– Skriðjulopini hava verið á Viðareiðisvegnum og heilt heim til bygdina men her í bygdini hevur enn ikki verið nakar vandi fyri skriðulopum.
– Tað skal tó eisini viðmerkjast at í løtuni (kl. 14:20) regnar sera illa, so vit mugu alla tíðina vera vakin.
 
Øll bygdin rakt
Hóast tað serliga er Hvannasund sum er rakt av vatnflóð so er eisini áarføri í Norðdepli og Depli, og á Fossanesi rann ein á tvørtur um vegin út til skúla.
Eisini Fossá var farin langt út um bakkarnar og uppi í dalinum var hon lopin og hevði funnið sær eina nýggja legu.
– Menn hava verið úti síðani kl. 7 í morgun og roynt at fingið bøkkar og grót burtur frá avløpunum.
– Í løtuni regnar sera illa so ilt er at siga um vit hava sæð tað ringasta enn, hóast áirnar tykjast verða minkaðar nakað sigur bygdarráðsformaðurin í Hvannasunds Kommunu.

Harleywoodpaint