sigur Jústinus Eidesgaard, sum meira enn nakar annar hevur viðmerkt Bispavalið – sum hann heldur var sera stuttligt og áhugavert
Jógvan Fríðriksson gjørdist greiður vinnari av fyrsta umfarinum av bispavalinum hjá Fólkakirkjuni, men hann fekk ikki nóg greiðan meiriluta at vera valdur beinleiðis og tí skal hann kappast við Jákup Reinert sum fekk næst flestar atkvøður.
Men í útvarpinum boðaði Jógvan Fríðrikson frá at hann ikki ynskti at halda fram í almennum kjakið og í staðin fór hann á frítíðarferð til Ísrael í 14 dagar.
Skilur væl Jógvan
– Tað sum eg helt vera áhugavert var hvussu teir tveir veingirnir í fólkakirkjuni, sum vóru umboðaðir millum valevnini, fór at tørnað seg út.
– Men eg má siga at hetta kom als ikki fram í kjakinum og úrslitið av valinum gjørdi, at tveir av hógligu prestunum, nú eru eftir at kappast sessin.
– Eitt valstríð millum Jógvan Fríðrikkson og Jákup Reinert er eitt sera óintresant valstríð og tí skilji eg væl avgerðina hjá Fríðrikson.
Jógan hevur fólkatekki
– Eg haldið at høvuðsorðsøkin til, at Jógvan Fríðrikkson fekk meira enn tvífalt so nógvar atkvøður sum Jákup Reinert fekk, er at Jógvan hevur fólkatekki.
– Kanningar hava víst at hann hevur størstu undirtøkuna millum fólk og valið vísti greitt, at hann eisini hevur størstu undirtøkuna millum kirkjuráðslimir.
– Tað hevur verið ført fram at Jákup Reinert eigur at leggja kongin, men hetta er nú ikki so einfalt, sum skipanin er skrúvað saman.
– Um Jákup Reinert trekkir seg, so kann næsti maður á listanum kappast við Jógvan. Tað vil siga at øll valevnini skullu trekkja seg um Fríðrikkson skal blíva valdur uttan atkvøðugreiðslu.
Kapping um atkvøðurnar
Jústinus Eidesgaard heldur ikki at tað skal takast um givið at valstríði er liðugt.
– Eg ivist onga løtu í at kapping er millum Jákup Reinert og Fríðrikkson um atkvøðurnar, sum hinir pretarnir fingu og tí verður úrslitið av seinasta valinum óivað javnari enn tað er í løtuni.
– Men líkamikið úrslitið, so kunnu vit siga at í báðum førum verður tað ein bispur sum liggur á miðjuni og tí kann ein siga at kirkjan er í góðum hondum.
Ein meira sjónligur Bispur
– Eg trúgvi at verður Jógvan Fríðrikkson vinnari – sum allar kanningar vísa – so fara vit at fáa ein meira sjónligan bisp enn núverandi bispur er.
– Fríðrikkson lovaði eisini undir valstríðnum, at hann fór at vera meira sjónligur. Hann hevur sagt at hann fer í minstalagið at halda einar 20 guðstænastur um árið og tað vil siga at hann næstan annaðhvørt vikuskiftið fer at prædika í onkrari kirkju kring um í landinum.
– Jógvan er eisini ein meira almennur persónur enn fráfarandi bispur.
Kirkjan skal rúma øllum
– Eg haldið at vit hava verið vitnið til eitt sera stuttligt valstríð – men hondina á hjarta – so vantaði eg at mótsetningarnir í kirkjuni fóru at koma tíðiligari fram enn teir gjørdu.
– Men valevnini vóru skikkiligari enn tey í veruleikanum eru – og tað haldið eg verða spell.
– Jógvan Fríðrikson segði í útvarpinum í gjár at hann hevði avgjørt frammanundan at hann fór ikki at kjakast um stríðsspurningar – og tað er spell – og so kann ein kanska spyrja um vit fáa ein bisp – sum fer at umgangast at kjakast um týðandi spurningar.
– Sjálvandi eru vit ósamd í kirkjuni – tí hon skal jú rúma øllum og eg haldi tað vera spell at ein ikki torir at diskotera alment um spurningar sum sum eru nógv frammi í tíðini.
Far úr at gera
Jústinus Eidesgaard sigur at komandi bispurin far úr at gera.
– Kirkjan er jú fyri fyrstuferð føroysk og tí far komandi bispurin úr at gera.
– Nú koyrir hon ikki longur av gomlum vana og fyri framman standa nógvar uppgávur at loysa.
– Sum dømi kann eg nevna at í løtuni hava vit ein danskan avloysara prest í Havn og hon hevur ongan bústað.
Fyri fyrstu ferð í søguni má ein prestur út á privata marknaðin at leita eftir íbúð – nakað sum kirkan altíð sjálv hevur megnað – men sum hon nú ikki longur kann borga fyri.




