– Det sidste udspil som vi har fået fra politimesteren på færøerne er notatet som er dateret den 13. februar, verður sagt frá danska justitsministeriet
Hósdagin 12. mars var í skundi skipað fyri fundi millum fútan og landsstýriskvinnuna í innlendismálum. Her greiddi fútin nærri frá ætlaðu broytingunum innan føroysku løgregluna – og hetta var samstundis fyrstu ferð at føroyskir myndugleikar í heila tikið vóru kunnaðir konkret um ætlaðu broytingarnar – sum skulu verða lidnar í juni mánaða í ár.
Fundurin millum Fútan og Landsstýriskvinnuna kom í lag eftir nógvu fjølmiðlaumrøðuna, sum kom av at løgtingsmaðurin hjá miðflokkinum, Karsten Hansen, hevði fingið hendur á einum skjali, har Fútin kunnar danska ríkispolitiovastan um tær broytingar, sum ætlanin er at fremja í Føroyum.
Eftirfylgjandi váttar Annika Olsen, landsstýriskvinna, í tíðindasending hjá ÚF (fríggjakvøldið 13. mars) at hon nú hevur fingið eina meira umfatandi kunning frá Fútanum, men samstundis legði hon eftir Karsten Hansen – undir at renna runt við einum "gomlum" innanhýsis-skjalið!
Eftir útsagnirnar hjá landsstýriskvinnuni hava vit roynt at fingið staðfest um notatið – sum vit eisini hava fingið hendur á – er tað sama, sum danski ríkispolitiovastin hevur fingið – og hetta eydnaðist í vikuni.
– Det er rigtigt at vi fra ledelsen af det færøske politi har fået et notat dateret den 13. februar. Dette er det nyeste udspil som ligger på bordet lige nu, var sagt úr danska justidsministeriet.
– Men arbejdet er ikke færdigt – men det notat som du referer til – er det sidste som vi har fået fra politichefen på færøerne!
Umfatandi broytingar
Notatið sum fútin hevur undirskrivað tann 13. februar er sera nágreiniligt og umfatandi.
M.a. verða sýslumannsembætini kring landið avtikin og tríggir sokallaðir økisleiðarar verða settir í starv.
Men teir verða tríggjar gradir lagir í tign enn núverandi sýslumenn og verða heldur ikki staðbundnir.
Fútin undirstrikar í notatinum at tað er sera umráðandi at nýggju størvini ikki eru geografiskt bundin.
Samstundist staðfestir fútin í Notatinum, at ein rúgva av funktiónum skullu flytast til politistøðina í Tórshavn.
Tað kann tí tykjast løgið at Landsstýriskvinnan í Innlendismálum í tíðindasending hjá ÚF gjørdi greitt – at nú mátti Fútin fáa frið at arbeiða og harvið gav hon Fútanum alment boð frá føroysku myndugleikunum at hon kann fremja tær broytingar sum hon ynskir – uttan uppíblanding frá føroyskum myndugleikum.
Norðlýsið at almannakunngerða ætlanir hjá Fútanum
Vit á Norðlýsinum fara at almannakunngerða ætlaðu broytingarnar sum standa skrivaðar í NOTATI, sum er sent donsku ríkismyndugleikunum – eftir at danski justitsministarin hevði svara fyrispurningi frá Høgna Hoyda í danska fólkatinginum.
Meira um hetta seinri




